Byggiøkini ganga undan

- Vit arbeiða eisini við einari nýggjari útstykking í Leirvík, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.

Tíðliga í summar byrjaði entreprenørfyritøkan Kreton at grava út fyri nýggju útstykkingini hjá Eysturkommunu í Syðrugøtu, og ætlanin hjá kommununi er, at 17 av 25 grundstykkjum skulu kunna seljast til heystar - og hini átta á sumri í 2016.

 

Fyri kommununa er hetta eitt týðandi stig, tí samstundis, sum fá byggiøki eru eftir í kommununi, eru nógvar umsóknir um grundstykki.

 

Tveir nýggir vegir skulu byggjast í Syðrugøtu. Hesir verða knýttir í Garðabrekku, og útsýnið av nýggja byggiøkinum og yvir Gøtuvík og Norðragøtu er gott.

 

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at gongst, sum ætlað, verða tey fyrstu grundstykkini útlutað eftir summarfrítíðina.

 

Eysturkommuna arbeiðir eisini við einari nýggjari útstykking í Leirvík, og her hevur kommunan sett skjøtil á at keypa jørð í Leirvík, har bókstaviliga einki grundstykki er eftir.

 

Í Leirvík standa eini 3-4 hús í gerð í løtuni, og áhugin fyri at byggja í Leirvík er stórur. Áður hevur verið nevnt, at tað kanska serliga er í Syðrugøtu í Eysturkommunu, at fólk ynskja at seta búgv, men hugurin at seta búgv í Leirvík er ikki minni.

 

- Kanska kunnu vit siga, at fólk, sum ikki frammanundan búgva í okkara kommunu, vísa á Syðrugøtu, og her er tað ivaleyst G! ið hevur sín týdning.

 

Jóhan vísir á, at Undir Gøtueiði, sum vendir móti Skálafjørðinum, eru seks tøk grundstykki, men her hevur áhugin at byggja ikki víst seg at vera serliga stórur. Hesi grundstykki eru atkomilig, tó at vegurin ikki er avfalteraður.

 

Hann leggur aftrat, at í Norðragøtu eru kanska eini 2-3 grundstykki eftir, og her verður eisini arbeitt við eini alternativari loysn við leigubústøðum.

 

Leiguíbúðirnar, sum Bústaðir bygdi í Leirvík, eru ógvuliga populerar. Her keypti Bústaðir verkætlanina og grundøkið hjá kommununi og framdi byggiverkætlanina í verki.

 

- Vit ynsktu, at hesar íbúðir skuldu kunna brúkast av øllum, og at tær tí ikki vóru leigaðar út sum desideraðar eldraíbúðir, tó at allar eru atkomiligar við koyristóli.

 

Jóhan Christiansen sigur, at Eysturkommunu dámdi ikki tankan um at býta fólk upp í bólkar, og tí eru tað eisini ymisk fólk, sum leiga hesar íbúðir í Leirvík, og tað vísir seg at rigga væl.