Byggir nógvar og bíligar íbúðir í Havn

Arbeiðið upp á størsta íbúðarbyggjarí í Føroyum nakrantíð er byrjað og Høgni Mikkelsen sigur, at tað stórur áhugi fyri at fáa íbúð

Íbúðarbygging

Tað er stórur áhugi at fáa íbúð í Havn.
Tað kann Høgni Mikkelsen skriva undir uppá.
Hann er nú farin undir eina stóra íbúðarbygging í Berjabrekku í Havn og hann sigur, at tað er heilt stórur áhugi fyri at selja.
Hetta verður størsta einstaka íbúðarbyggjarí í Føroyum nakrantíð, tí tað eru ikki færri enn 68 íbúðir í teimum átta blokkunum hann byggir uppi Berjabrekku.
Í hvørjum blokki eru 7-9 íbúðir.
Arbeiðið at grava út er byrjað og væntandi verður klárt at byrja við hamaranum í februar næsta ár.
Høgni Mikkelsen sigur, at gongst sum ætlað, verða íbúðirnar lidnar og klárar at flyta inn í tíðliga á vári í 2006.
Høgni Mikkelsen er gamal í garði tá ið húsabygging umræður og hann má metast ímillum teir stóru húsabyggjararnar í Havn.
Hann hevur smíðað síðani 1981 og higartil hevur hann smíðað og selt yvir 130 hús og tá ið hesar íbúðirnar eru lidnar, fer talið upp um 200.
Men eitt skifti upp á trý ár mitt í ringastu kreppuni í nítiárunum, var hann burtur og tá arbeiddi hann í Noregi, Danmark og í Týsklandi.

Blandað fólkaslag
Íbúðirnar, sum nú verða bygdar á Berjabrekku eru í trimum støddum. Nakrar eru 63 fermetrar, nakrar eru 75 fermetrar og so eru nakrar upp á 125 fermetrar.
Hóast byggingin er ikki meiri enn komin í eygað, hevur hann longu selt ikki færri enn 21 íbúðir av teimum 68 íbúðunum, sum verða bygdar.
?Allar tær størstu íbúðirnar upp á 125 fermetrar eru longu seldar. Annars eru nakrar av hinum báðum støddunum eisini seldar.
Og byggimeistarin sigur, at tað er eitt blandað fólkaslag, sum hevur biðið um íbúð.
? Talan er bæði um ung húski, sum ikki eiga hús frammanundan. Men talan er eisini um fleiri eldri fólk, sum taka hetta høvið til at sleppa sær av við eini tyngjandi stór sethús fyri at fáa sær eina minni íbúð ístaðin.
? Sostatt verður tað eitt ógvuliga fjølbroytt umhvørvið, vit fáa uppi á Berjabrekku og tað kann bara vera ein stórur fyrimunur fyri trivnaðin.
Hann heldur eisini, at hetta vísir, at saknur hevur verið í júst hesum slagi av íbúðarbygging.
Men hann heldur eisini, at ein orsøk til, at tað er so stórur áhugi fyri íbúðunum, er, at tær verða seldar fyri sera kappingarførar prísir.
Hann sigur, at tær minstu íbúðirnar verða seldar fyri 950.000 krónur, íbúðirnar upp á 75 fermetrar verða seldar fyri 1,1 millión og tær størstu íbúðirnar upp á 125 fermetrar, verða seldar fyri 1,350.000 millión.
? Men tá er alt við. Tað er bara at fáa innbúgvið inn, so er búgvandi í húsunum.
Høgni Mikkelsen leggur afturat, at hann brúkar heldur ikki tað at krevja eitt ávíst gjald í forskoti frá teimum, sum biðja um íbúðir fyri at binda tey.
Sjálvur heldur Høgni Mikkelsen ikki at tað kann gerast bíligari. Men hann sigur, at dygdin er ikki verri fyri tað, um íbúðirnar eru bíligar.
? Dygdin er heilt avgjørt í lagi. Orsøkin til, at hvør íbúð er so bílig, er, at talan er um so stórt tal og tað fer prísin á hvørjari einstakari niður og so skal tað heldur ikki undirmetast, at hann hevur so drúgvar royndir av íbúðarbygging, sigur byggimeistarin.