? Tað, sum verður gjørt av byggivirksemi í Føroyum í dag er sum oftast »her og nú - loysnir«. Ofta eru fyrireikingarnar ikki nóg góðar, og kravt kann verða, at arbeiðið, sum annars skuldi tikið seks mánaðir verður gjørt uppá fýra mánaðir. Trýst verður lagt á á ymiskan hátt, sigur Vilhelm Johannesen.
? Kapping er eisini at um arbeiðið, sum er. Ofta er onkur, sum undirbjóðar og tískil eisini fær arbeiðið. Men fyritøkan byggir seg als ikki upp á henda hátt.
? Tað er ikki fyrr enn vit fáa eina sunna byggivinnu, at fyritøkur aftur kunnu byggja seg upp í Føroyum. Við eina sunna byggivinnu meini eg, har handverkarar og meistarar kunnu kenna seg meir tryggan, har teir kunnu rokna við rímiliga føstum arbeiði og rímiliga føstum inntøkum, og at alt fer at liggja á eini príslegu, sum er hóskandi fyri vinnuna.
13 mió. kr. meir
Tøl frá Búskaparráðnum vísa, at lønarútgjaldingar fyri byggivirksemi í Føroyum er vaksin. Teir fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu útgoldnar 53 mió. kr. í lønum til fólk innan bygivirksemi. Hetta er 13 mió. kr. meir enn í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í øllum 1997 vórðu útgoldnar 151 mió. kr. móti 112 mió. kr. í 1996.
? Tølini vísa sjálvandi, at byggivirksemið er á veg uppeftir, men tað tekur nakað av tíð, áðrenn vit aftur fáa eina sunna byggivinnu her á Føroya landi.
? Tað er so nevnliga nógv ymiskt, sum spælir inn ísamband við byggivinnu. Nógv er tengt at hvørjum øðrum. Tí skal landið eisini koma betri fyri seg aftur, áðrenn vit fáa eina sunna byggivinnu í landinum.
? Sum nú eru tað mest umvælingar, sum vera gjørdar. Okkurt hús og bygningar vera eisini gjørdar av og á. Viðurskiftini eru ikki vorðin vanlig aftur enn.
Innflyta útlendska arbeiðskraft
Vilhelm vísir eisini á, at nú síðan ársbyrjan og MVG ikki verður goldin av arbeiðsløn, er tað svarta arbeiðið munandi minkað. Hetta hevur hann serliga hoyrt frá meistarum úti á bygd. Truplari er at kanna hetta í Havn, men heldur hann eisini, at hetta slagið av arbeiði er minkað í høvuðsstaðarumráðnum.
Sjálvt um arbeiðið innan byggivinnuna er vaksið nakað aftur í Føroyum, so koma føroyskir handverkarar, sum arbeiða uttanlands ikki heim aftur. Tað eru um 400 skrásettir og óivað eisini aðrir óskrásettir handverkarar og meistarar uttanlands og arbeiða. Tá ið hesir ikki koma heimaftur, so eru vit ístaðin aftur farnin at innflyta útlendingar at gera handverkara arbeiði.
? Eg veit ikki júst, hvussu nógvir útlendskir handverkarar eru komnir til Føroyar at arbeiða nú hesa seinastu tíðina, men tað eru í øllum førum omanfyri 20.
? Grundin at føroyskir handverkarar uttanlands ikki byrja at koma heimaftur er einføld. Tað er skattalættin, sum ger, at teir hava meir eftir við at arbeiða uttanlands í mun til um teir arbeiddu í Føroyum.
Hetta er eisini grundin til, heldur Vilhelm, at talið á føroyingum, sum arbeiða uttanlands er rættiliga støðugt og ikki minkað nakað. Nógvir av teimum gera rættiligt kvettið við at arbeiða uttanlanda, heldur hann. Og um vit ikki aftur fáa eina sunna byggivinnu í Føroyum, so koma teir ikki heimaftur enn.
Skattafrádráttur avtakast?
Vilhelm heldur eisini tað er rætt, tá ið ein hugsar um byggivirksemið í Føroyum, at taka burtur hesar skattafyrimunirnar. Hann sær kortini trupulleikan, at ikki ber til brádliga at fáa hesar 400 handverkarar og meistarar aftur til Føroya, og at teir allir skulu fáa arbeiði her. Tað hevði ikki verið nóg mikið til allar. Hinvegin eigur tað at verða javnað út. Nakað verður eisini gjørt frá politiskar síðu í hesum sambandinum.
Heine Heinesen, formaður í Føroya Handverkarafelag, heldur hinvegin, at tíðin ikki enn er búgvin til hetta stigið.
? Vit hava verið á fundi í Landsstýrinum um hetta málið. Har mæltu vit frá, at taka henda skattafrádráttin av. Byggivirksemið í Føroyum er jú vaksið so lítið enn. Grundarlagið er tískil ikki til staðar enn, at taka henda frádráttin av.
Vilhelm heldur ikki, at tað er nakað arbeiðsloysi millum handverkarar í Føroyum í dag. Meistararnir hava tikið næmingar í læru, tí tað ikki hava verið nóg mikið av handverkarum í Føroyum at tikið av, samstundis sum eisini útlendsk arbeiðskraft eru komin inn í landið aftur.
So sjálvt um byggivirksemið spakuliga er á veg uppeftir, so vil tað ikki siga tað sama sum at føroyskir handverkarar, sum arbeiða uttanlands koma heimaftur við tað saman