Nú verður sjøtil settur á íbúðarbygging í Havnini.
Tórshavnar býráð hevur samtykt at selja felagnum, Bústaðir, sum fyrr nevndist Húsalánsgrunnurin, eitt øki á 5512 fermetrar á Boðaneshamri fyri 156 krónur fermeturin, og har fer bústaðarfelagið nú at byggja 10 tvíhús við tveimum íbúðum í hvørjum húsi, tilsamans 20 íbúðir.
Ein byggiætlan, sum MAP arkitektar gjørdu fyri fimm, seks árum síðani um byggingina, verður nú tikin fram aftur og endurskoðað og dagførd, sigur Andras Róin, stjóri í Bústaðum, sum hevur undirheitið, Føroya Bústaðarfelag.
Av tí sama er greiða ikki fingin á, hvussu nógv, íbúðirnir fara at kosta.
Beinanvegin
Tórshavnar Býráð hevur sett sum treyt, at byggjast skal á stykkinum áðrenn tvey ár eru farin, annars kann kommunan krevja øki aftur.
Hetta varð samtykt fyri at Bústaðir ikki skuldi leggja hald á øki, uttan at byggja, so at tað kom at liggja deytt.
Men tað verður ongin trupulleiki, staðfestir stjórin í Bústaðum.
- Vit fara til arbeiðis alt fyri eitt, vit hava fingið formlig boð frá kommununi um, at vit kunnu keypa stykkið, sigur Andras Róin.
Hann sigur, at tað, sum hevur ligið í kortunum, er, at talan skal vera um vanligar íbúðir.
Men um talan verður um lutaíbúðir ella leiguíbúðir, er ikki avgjørt enn.
Ymisk sløg
Í býráðnum hava tey eisini tosað um, hvat slag av íbúðum, talan skuldi vera um.
Trý stór røktarheim eru beint við, Tjarnargarður, Lágargarður og Boðanesheimið, so tosað varð um at tað var natúrligt at byggja eldraíbúðir á stykkinum, sum Bústaðir nú fær til keyps á Boðaneshamri.
Tosað hevur eisini verið um at byggja vardar íbúðir.
Hinvegin er niðurstøðan í Býráðnum, at tað er ikki rætt at byggja íbúðir, sum eru eyðmerktar til eitt ávíst slag av fólki, heldur enn at byggja vanligar íbúðir, sum endurspegla fólkasamansetingina í samfelagnum.
Á henda hátt ber til at røkka tørvinum á bíligum íbúðum hjá fleiri málbólkum í senn, eitt nú støkum, støkum uppihaldarum, yngri familjum, ið seta búgv fyri fyrstu ferð, lesandi, eldri, umframt fólki við serligum tørvi o.a.
Sostatt er niðurstøðan í Býráðnum, at talan skal verða um blandaða bygging, men at íbúðirnar skulu innrættast soleiðis, at tað ber til hjá fólki við rørslutarni at ogna sær eina.
Somuleiðis vilja býráðslimir kanna møguleikan fyri at gera lyftu til rørslutarnað.
Býráðslimir upplýstu frá arkitektunum, at tað letur seg væl gera, men at tað sjálvandi fer at gera íbúðirnar eitt sindur dýrari.
Samstundis tilskilar kommunan sær rætt til at leiga ella keypa íbúð har til bráðfeingis almannamál fyrst og fremst barnavernd.
Tað vóru tó onkrir býráðslimir, sum ávaraðu ímóti at seta alt ov stór krøv til til byggingina, tí krøv kosta pening og áðrenn vit vita av, eru íbúðirnar so dýrar, at ongin hevur ráð at keypa tær.