Byggja bryggju á Bakka fyri 14 milliónir

Runavíkar kommuna og J&K Petersen hava í dag skrivað undir sáttmála

Runavíkar kommuna skrivar í kvøld soleiðis á heimasíðu síni:

Táið alifyritøkan Bakkafrost hevði kontraherað nýtt skip í Turkalandi til felagsins virksemi, og tað var greitt, at verandi bryggja, frammanfyri virkisbygningin á Glyvrum, har aldi laksurin verður fluttur livandi frá brunnbáti inn á virkið til virkingar, ikki kundi rúma nýggja skipinum, sum er væl størri enn “Hans á Bakka”, fór Runavíkar kommuna alt fyri eitt undir at fyrireika eina munandi útbygging av Bakkabrúnni.

Landsbyggifelagið hevur neyvætlað, og fýra byggifyritøkur bjóðaðu seg fram at gera arbeiðið. Tilboðini vóru latin upp í býráðssalinum í Saltangará mánadagin á miðdegi. Tey vóru sera jøvn og øll eitt vet undir metingini. J&K Petersen átti lægsta boðið á góðar 14 milliónir krónur. Eftir at tilboðini eru eftirkannað, skrivaðu Stein Olvur Petersen, stjóri fyri J&K Petersen, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um arbeiðið seinrapartin í dag.

 

https://runavik.fo/upload/tinymce/1b25992b456a2afe8a5dc4cf41fcd085d90e9b98.jpg

 

Nýggja skipið kemur væntandi á vári 2022 og ætlandi verður arbeiðið, við at leingja Bakkabrúnna, heilt norður á múlan, norðanfyri virkið, liðugt tíðliga í heyst. Víðkanin hevur eisini tað við sær, at rúm verður fyri tveimum skipum við hetta havnalagið eftir at arbeiðið er liðugt.