Byggja stórt hotell í miðbýnum í Havn

Um trý ár er Hotell Tórshavn mitt í hjartanum í Havnini,tvær ferðir so stórt, sum tað er nú

Samtakið, Gist & Vist, sum eigur Hotell Føroyar, Hotell Tórshavn, og fleiri matstovur, fer nú undir eitt ódnartak afturat.

 

Hesa ferð er endamálið at byggja Hotell Tórshavn út, so at tað verða eini 40 kømur afturat. Tað merkir at Hotell Tórshavn verður at kalla tvær ferðir so stórt, sum tað er nú. Kortini er eisini ætlanin at byggja núverandi hotellið um, so at tað fær 75 kømur.

 

Nýggi hotellbygningurin skal standa á plássinum ímillum Hotell Tórshavn og Posthúskjallaran og Snarskivuna hjá Býráðnum, sum heldur til í gamla Posthúsinum. Tað merkir eisini, at parkeringsplássið í Tróndargøtu, og Fisk 6 Chips og hinar sølubúðirnar í gamla Kommunuskúlagarðinum, eisini verða tikin upp í hotellið.

 

Men Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sigur, at kømur vera hvørki í veghæddini í Gamla Kommunuskúlagarðinum, ella í veghæddini í Tróndargøtu, tí har skal ymiskt útvend virksemi vera. Men hvat tað virksemið verður, er støða ikki tikin til enn.

 

Hotell Tórshavn hevur tríggjar stjørnur, men ætlanin er, at tað nýggja hotellið skal hava fýra stjørnur, akkurat sum Hotel Føroyar. Tá ið núverandi hotellið verður bygt um, verður tað eisini eitt hotell við fýra stjørnum. Johannes Jensen sigur, at nýggja hotellið í miðbýnum verður í fimm hæddum og hvør hæddin verður stívliga 300 fermetrar.

 

Á Býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið at stykkið kann brúkast til hotell, men umsóknin um byggiloyvi skal vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 30. desember, og nýggja hotellið skal vera liðugt í seinasta lagi um trý ár, ella í juli í 2020.

 

Enn eru ongar tekningar av hotellinum, tí Johannes Jensen sigur, at tær verða gjørdar nú í samstarvið við arkitektin. Men hann sigur, at stór krøv verða sett til útsjóndina á einum bygningi sum hesum.