Heilsu- og Innlendismálaráðið boðaði fyri løtu síðani frá, at Petur Nielsen var ikki longur stjóri á Umhvørvisstovuni.
Grundin var, at partarnir vóru ósamdir um bygnaðarbroytingar, ið Petur Nielsen hevði roynt at framt á Umhvørvisstovuni, millum annað at geva deildarleiðaranum á Matrikkulstovuni ætlanarskriv, tí at Matrikkulstovan og Tinglýsingardeildin skuldu leggjast saman.
Starvsmannafelagið hartaði tá eisini stjóran á Umhvørvisstovuni, tí Starvsmannafelagið metti ikki, at røttu mannagongdirnar í sambandi við bygnaðarbroytingar vóru fylgdar, tí álitisfólkini vóru ikki tikin upp á ráð, men vóru heldur kallað inn til proformahoyringar.
Órógvið á Umhvørvisstovuni endaði síðani eisini í tinginum, har Bill Justinussen vildi við Grein 52a spurningi hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, at greiða frá støðuni á Umhvørvisstovuni, og greiða frá hvørjar avleiðingar bygnaðarbroytingarnar fóru at hava.
Samstundis setti Bill Justinussen spurnartekin við, um hvørt konsulenthjálp, ið Umhvørvisstovan hevði fingið, var bjóðað út í samsvari við útbjóðingarpolitikkin hjá tí almenna.
Landsstýriskvinnan hevur tó ikki svarað tí spurninginum enn, møguliga tí at greiða skuldi fáast á málinum innanhýsis áðrenn.