Bygnaðurin hóskar væl til stýrisskipanina

? Eg haldi ikki, at miðfyrisitingin er ov stór, í mun til tær uppgávur sum verða álagdar henni. Samanbera vit við Grønland, so eru góð 500 fólk í teirra miðfyrisiting, meðan tað eru umleið 150 starvsfólk í okkara miðfyrisiting. Hetta merkir tó ikki um neyðugt, at samlaða almenna fyrisitingin í Grønlandi er nógv størri enn tann føroyska, sigur løgmansstjórin

Frá tí degi farið varð undir almennu bygnaðarbroytingarnar, hevur stór ósemja verið um, hvørt hetta var rætta loysnin í Føroyum.

Broytingarnar hava verið umfevnandi og hava kostað nógv at seta í verk, men tað er torført at fyri vanlig fólk at skilja, hvussu skipanin virkar.

Marjun Hanusardóttir sigur, at torført er at meta um tað, av tí at ein partur hevur verið at styrkt serlig fakøki. Størv uttan fyri eru løgd inn í miðfyrisitingina . Eitt nú er gamla skúlafyrisitingin nú partur av Undirvísingar- og mentamálastýrinum, og partar av almanna og heilsumál eru løgd undir Almanna og Heilsumálastýrið.

Eisini eru bygningar keyptir, men hervið slapst eisini undan nakað av leigukostnað, sigur løgmansstjórin.

Eitt nú hevur verið ført fram, at løgmnasstjórin ikki virkar sambært uppskotinum hjá Norman Christensen um bygnaðarbroytingarnar.


Løgmansstjóraembætið

Í grein í Sosialinum í november mánaða, vísa Gestur Hovgaard, cand. scient. ad og ph.d. - stipendiat, og Ronnie Thomassen stud. scient. ad, til, at løgmansstjóraembætið ikki virkar eftir ætlani, sum var at løgmansstjórin skuldi vera sambindilið millum aðalstýrini og landsstýrið. Øll mál, sum skuldu liggja í hesum stjóraembætinum eru tikin burtur, og at bert starvsfólkamál eru eftir at umsita.

Tað vil Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, ikki geva greinaskrivararunum rætt í.

? Norman Christensen gjørdi eina bygnaðarskitsu, sum í veruleikanum er tann sama vit arbeiða eftir, tó at hon ikki er fylgd í smálutum.


Ikki ætlanin at

vera sambindilið

?Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at løgmansstjórin skuldi vera bindilið millum aðarstjórar og landsstýrið. Aðalstjórarnir vísa til avvarandi landsstýrismenn og løgmansstjórin vísir til løgmann. Hetta gongur eisini fram av upprunaliga bygnaðaruppskotinum hjá Finn Norman Christensen, sigur Marjun Hanusardóttir.

Á sama hátt sum løgmaður samskipar tað politiska arbeiðið, so hevur løgmansstjórin ein samskipandi leiklut umsitingarliga.

Umframt tað stjórnar løgmansstjórin løgmansskrivstovuna, sum umframt tvær tænastueindir fevnir um tríggjar fakdeildir - nýskipanardeild íroknað almenna starvsfólkapolitikkin, uttanlandsdeildin, norðurlandamál og løgdeildin. Í dag arbeiða 23 fólk á løgmansskrivstovuni.

Løgmansskrivstovan er fyrisitingarliga eindin hjá løgmanni og varaløgmanni, sum eisini er landsstýrismaður í lógar- og sjálvstýrismálum.

Aðalstýrini eru fyrisitingarligu eindirnar hjá landsstýrismonnunum, og aðalstjórarnir stjórna hesum eindum.


Starvsfólkapolitikkurin

Løgmaður hevur í síni tíð avgjørt at farast skal undir at orða og seta í verk ein felags starvsfólkapolitikk fyri almennu umsitingina, og Løgmansskrivstovan skipar fyri hesum.

? Í málinum um landsverkfrøðingin varð henda skipanin ikki fylgd. Hvat heldur tú um tað?

? Fyrst er at siga, at fíggjarmálastýrið, sum hevur ábyrgd av at tulka setanarsáttmálar er komin til ta niðurstøðu, at sáttmálar ikki vórðu brotnir.


Orrustan um landsverkfrøðingin

? Í samband við tað orrustu sum kom í kjalarvørrinum av, at starvið sum landsverkfrøðingur varð niðurlagt, hevur løgmaður m.a. biðið løgmansskrivstovuna um eina frágreiðing í málinum. Annað vil eg ikki siga um hetta, sigur Marjun Hanusardóttir.

Hon leggur aftrat, at í løtuni verður arbeitt við at orða ein uppsagnarpolitikk, men hetta arbeiðið byrjaði fyri so vítt, áðrenn málið um landsverkfrøðingin tók seg upp.

Marjun Hanusardóttir er formaður í einum stýrisbólki, har limirnir í bólkinum eru aðalstjórarnir.

Spurd hvussu samstarvið við aðalstýrini hevur hilnast, sigur løgmansstjórin, sum nú hevur verið í starvi í tvey ár, at tað sum frálíðið hevur gingið betur.

?Tað hevur verið drúgt at finna fram til eina gongda arbeiðsskipan, men eg eri sannførd um, at samstarvið fer at mennast frameftir.

? Tað hevur eisini verið ført fram, at bygnaðurin er alt ov stórur eftir okkara viðskiftum?

? Eg haldi, at skipanin við aðalstýrum og løgmansstjóra hóskar væl til stýrisskipanina, sum tingið hevur viðtikið. Tað hevur verið kravmikið arbeiði og vit hava brúkt nógva orku at fáa hetta í lag, men eg hugsi, at vit ganga rætta vegin.


Velst um ætlanir orku

? Hvørt umsitingin er ov stór, velst um spurningin, í hvønn mun landið hevur orku at fíggja, og hvussu nógvur peningur ætlanin er at brúka til almenna sektorin í síni heild.

Hin er, hvussu vit skulu býta resursurnar sundur, og hvussu nógv skal flytast í miðfyrisitingina, eins og hvussu økini uttan fyri miðfyrisitingina skulu styrkjast fakliga.

? Eg haldi ikki at miðfyrisitingin er ov stór í mun til uppgávurnar, sum verða álagdar henni, sigur Marjun Hanusardóttir.

Samanbera vit við Grønland, so eru 500 fólk í miðfyrisitingini har, meðan tað eru umleið 150 starvsfólk starvsfólk í okkara miðfyrisiting.

? Hetta merkir tó ikki um neyðugt at samlaða almenna fyrisitingin í Grønlandi er nógv størri enn tann føroyska, sigur Marjun Hanusardóttir.

Vit síggja dagliga starvslýsingar eftir fólki at arbeiða í fyrisiting ella aðalstýrum. Samstundis sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at miðfyrisitingin skal rationaliserast.


Starvsfólkið flytir millum stýrini

? Er einki samskifti millum løgmansskrivstovuna og aðalstýrini?

? Eg skilji væl, at tað kann tykjast løgið hjá fólki at síggja allar hesar lýsingarnar. Veruleikin er, at vit hava skyldu at lýsa øll størv leys, hóast kanska eitt embætisfólk flytir úr einum stýri í annað, sigur Marjun Hanusardóttir.

Stór útskifting er á deildunum í miðfyrisitingini. Hetta er eisini vanligt aðrastaðni. Í dag situr fá embætisfólk í sama starvi alla sína starvstíð. Tað kann eisini vera gagnligt, at fólkini flyta millum stýrini av og á, tí tað kann virka mennandi fyri starvsfólkið og samstarvið í síni heild, sigur Marjun Hanusardóttir.