Bygnaðurin í TF – sporini ræða

Johan Petersen
----------

Bygnaðurin í TF-samtakinum minnir nógv um bygnaðin í gamla Eik Banka, har nevndarlimir og stjórar ganga aftur hvør um annan í nógvu feløgunum. Samtakið er so peningasterkt og so víttgreinað, at ein møgulig kreppa í samtakinum hevði havt vanlukkuligar fylgjur fyri føroyska samfelagið. Nýliga viðtikna bygnaðarbroytingin hevur neyvan ta stóru ávirkanina.
Tryggingarsamtakið Føroyar hevur ein bygnað, sum umfatar 6 dótturfeløg, sum er undirlagt TF-Holding, sum síðan aftur er undirlagt Ognarfelag Tryggingartakaranna. Ein útgreining er at síggja í miðlunum, skrivað av valevninum Jonhard Eliasen.
Ognarfelag Tryggingartakaranna verður stýrt av einum umboðsráði, sum verður valt av tryggingartakarunum í eini skipan, har uppstillaðu valevnini á ein prostitutións-líknandi hátt skulu biðja fólk um loyvi at biðja um atkvøðuseðil, so at tey fáa loyvi at atkvøða.

Fjesbók, telefonuppringingar og hurðabankan
Tey, sum hava ein stóran Fjes-bókaprofil, hava fyrimun og tey sum áhaldandi ringja fólk niður ella banka upp á hurðar. Hetta er kvalifikatiónskriteriið í hægstu leiðslu í landsins størsta peningasamtaki við eini eginogn upp á út við 1,7 mia. kr.! Hesa skipan hevur umboðsráðið – tíni og míni umboð, sum sita fjálgt innanfyri – ikki viljað broytt. Uppskot um broyting av hesi skipan fall á síðsta aðalfundi!! Tó kemur hetta uppskotið frammaftur á komandi aðalfundi. Havi sjálvur sum meinigur limur lagt tað fram.
Hetta umboðsráð velur síðan nevnd í TF-Holding, sum síðan velur nevnd í dótturfeløgini, har nógv nøvn á nevndarlimum og stjórum ganga aftur hvør um annan.

Ivasamar viðtøkubroytingar
Á eykaaðalfundi í januar í ár varð bygnaðurin broyttur. Formaðurin í umboðsráðnum hevði eina sera sannførandi framløgu, sum bygdi á eina broyting av umboðsráðnum frá 23 til 35 limir, og at valskeiðið hjá nevndarlimum bleiv stytt úr 4 niður í 2 ár. Hetta var eftir uppskoti frá útlendskari ráðgevarafyritøku.
Men um umboðsráðið blívur meiri kvalifiserað við 35 fjesbókavaldum limun í staðin fyri 23, er sera ivingarsamt, og um nevndarlimirnir blíva tað við at verða valdir 2. hvørt ístaðin fyri 4. hvørt ár, tá ið nøvnini eru tey somu, er eisini sera ivingarsamt.
At umboðsráðið orsakað av valskipanini møguliga er inkompetent, hevur leiðslan uttan iva innsæð, tí ein fylgibólkur upp á 5 fólk, har í hvussu so er 3 ganga aftur, verður settur á stovn at ráðgeva umboðsráðnum. Í veruleikanum verður valdið sentraliserað í hesum fylgibólki.

Manglandi opinleiki fremur illgruna
Upp á fyrispurning frá undirritaða á eykaaðalfundinum, hvat útlendska ráðgevarafyritøkan segði um bygnaðarskipanina í samtakinum, fekst ikki annað at vita, enn at hetta ikki var óvanligt aðrastaðnis.
At ráðgevarafyritøkan ikki hevur havt annan møguleika enn at byggja broytingaruppskotið upp á verandi bygnað, er eyðsæð og kanska forkláringin upp á lítið umfatandi broytingina.
Manglandi opinleikin í fløkta strukturin fremur illgruna, um hesin so er rættur ella skeivur. Ivist ikki í, at forstjórin í gamla Eik-banka eisini fáar mánaðar undan skrædlinum kundi hildið eina eins sannførandi framløgu.

Tú kanst gera tína ávirkan galdandi
Men tú kanst gera tína ávirkan galdandi við umboðsráðsvalið, sum fer fram í hesum døgum fram til 23. febr. Tó mást tú biðja um atkvøðuseðil frá Tryggingarfelagnum innan 17. febr.
Undirritaði stilli upp til umboðsráðsvalið, har eg, um eg verði valdur, ætli mær at arbeiða fyri størri opinleika, burturbeining av forðingum til val og luttøku á aðalfundum og einum bygnaði, sum ikki er innannørandi, sum nú.
Um tú ynskir tað, kann eg útvega tær atkvøðuseðil, um tú letur meg fáa navn, bústað og føðingardag. Tú kanst ringja/sms'a á 217942 ella maila á [email protected]