Bylgjan tók seg væl út

Fyrsta kapping var í nýggju fimleikahøllini í Runavík í dag.

Liðkappingar í amboðsfimleiki hava verið í dag og í gjár. Talan var um FM-kapping og eisini fyrstu kappingina í nýggju fimleikahøllini Bylgjuni í Runavík, har fimleikafelagið Støkk heldur til. Høllin stóð klár hin 23. august, og í dag var so fyrsta kappingin í nýggju og stásiligu høllini.


- Tað hepnaðist væl. Betur enn væntað. Fimleikasambandið sigur, at tey eru væl nøgd, og tað gleðast vit um og gevur okkum áræði at halda fram við at fyriskipa, sigur Sigmar Davidsen, formaður í fimleikafelagnum Støkk.


Umstøðurnar eru framúr góðar. Formaðurin sigur, at tað ger tað sama hvar ein situr í høllini, tí tað er nevniliga sniðgivið soleiðis, at áskoðarar síggja allar tær ymisku greinarnar, sum verða íðkaðar í høllini.


Eisini sigur formaðurin, at høllin hevur verið sera væl móttikin. Venjingartíðirnar eru allar bókaðar, felagið hevur heili 42 lið í gongd og limatalið er vaksið úr 500 upp í næstan 600 limir síðani høllin lat upp fyri trimum mánaðum síðani.

 

Fyrireikararnir siga, at úrslitini frá kappingini um vikuskiftið verða at síggja á facebook-bólkinum Føroya Fimleikasamband seinni í kvøld. Vit kunnu tó hóskandi nevna, at fimleikafelagið Støkk vann fyrstu kappingina í Bylgjuni. Talan var um B-kapping hjá pinkum leygardagin.