– Tórshavnar býráð virðir ikki samanleggingarsáttmálan millum Tórshavnar kommunu og Kaldbaks kommunu frá 1974, sum ásetur, at ein kaldbaksnevnd skal fáa til umrøðu øll mál, sum hava við Kaldbak at gera – og geva viðmæli í hesum málum.
Tað sigur Jóhann Mortensen, journlistur, sum býr í Kaldbak og sum er partur av áhugabólkinum í Kaldbak, sum stríðist ímóti tí, sum kaldbaksfólk kalla »náttúruoyðingin á Sundi og í Sundsá«.
Jóhann Mortensen vísir á viðmerking til samrøðu, sum Bogi Andreasen hevði í útvarpinum mikudagin, har hann legði dent á, at býráðið hevði gott samskifti við tunnilsfelagið.
– Tað sama kann ikki sigast um samskiftið við fólkið í Kaldbak.
– Hóast nærum øll í Kaldbak mótmæltu ætlanini at broyta byggisamtyktina fyri Sund – í hoyringsskrivi í januar, tá hoyringsfreistin var úti – setti býráðið seg ikki í samband við kaldbaksfólk ella kaldbaksnevndina. Ístaðin samtykti ein meiriluti í býráðnum 2. mars at staðfesta broyttu byggisamtyktina móti ynski kaldbaksfólksins, sigur Jóhann Mortensen.
Hann heldur, at um býráðið veruliga virdi fólkið í Kaldbak, hevði býráðið spurt kaldbaksnevndina, um tað hevði borið til at funnið eina aðra loysn, sum fólkið við fjørðin – ein tann vakrasta í Føroyum – hevði kunnað góðtikið.
– Umframt Boga Andreasen leggur býráðslimurin, Gunvør Balle, sera stóran dent á ein sáttmála, sum undanfarna býráð hevur gjørt við tunnilsfelagið. Ein sáttmála, sum áhugabólkurin í Kaldbak ikki hevur fingið innlit í. Eftir hesum sáttmála skal kommunan taka ímóti grótinum. Men í arrogantum skrivi til á-hugabólkin týskvøldið sigur Gunvør Balle, at býráðið hevur ikki funnið eina aðra loysn fyri grótið enn at oyðileggja náttúruna á Sundi.
– Hóast kaldbaksfólk hava nevnt fleiri aðrar møguleikar, sigur Jóhann Mortensen.
Hann vísir á, at Bogi Andreasen og Gunvør Balle leggja stóran dent á sáttmálan við tunnislfelagið.
– Men tey leggja sektin á samanleggingarsáttmálan frá 1974 millum Tórshavnar kommunu og Kaldbaks kommunu, sum eisini fevndi um Sund,.
Eftir hesum sáttmála skal ein kaldbaksnevnd fáa til umrøðu øll mál, sum hava við Kaldbak at gera, og geva viðmæli í hesum málum.
– Hesin sáttmáli við kaldbaksnevnd er staðfestur í kunngerð hjá landsstýrinum. Men hesa kunngerð brýtur Tórshavnar býráð nærum hvørja ferð, tá okkurt mál hevur við Kaldbak at gera, sigur Jóhann Mortensen, sum ikki skilir, hví býráðslimir, sum nýliga eru valdir at tæna øllum borgarunum í kommununi, ikki geva hesum sáttmála størri gætur – og virða hann.
Viðmerkingin hjá Jóhann Mortensen kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER