BYRGADÓTTIR & SMITH Í SMIÐJUNI

Dagarnar 15. -19. juli verður vinkonulagið hjá Onnu Byrgadóttir og Mariu Smith karmur um felags listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Anna Byrgadóttir hevur gingið á Listaháskúla á Langeland og í Holbæk, og hon hevur áður sýnt fram sínar myndir. M.a. á stakframsýningum í Smiðjuni og eisini á ólavsøkuframsýningi. Anna hevur málað bæði við olju og akvarel, tó fyllir akvarel parturin mest í hesari framsýningini. Oljumálningarnir eru landskapsmyndir og akvarellinar eru naivistiskar, myndevnini í akvarellunum eru m.a. bókasøvn og fólk.

Hetta er fyrsta framsýningin hjá Mariu Smith, og myndirnar spretta allar úr einari parafrasu av ”Kossinum” hjá Gustavi Klimt. Myndirnar eru gjørdar við oljukriti, akryl og tusj, og eisini eru nøkur linoleum- og aluminiumprent. Maria hevur gingið á Odense Ny Kunstskole og er harumframt myndlistlærari í fólkaskúlanum. 


Fernisering verður fríggjadagin 15. juli kl 16. Frá og við leygardegnum 16. juli til og við týsdagin 19. juli, er opið frá kl.12 – 18.