Ábyrgdarfólk valdast

- Tá firtni vinnur á lutloysinum -

Glantrileikurin seinastu dagarnar, leikstjórnaður av Magna Laksafoss og Edmund Joensen, hevur ikki tænt teimum, ella nøkrum øðrum, til nakran sóma. Hinvegin kann framferðin nýtast til at seta politisku ábyrgdarkensluna í perspektiv.

Búskaparligu rembingarnar, ið hava rakt heimin, eru ávegis, og partvíst komnar til Føroya. Fyri tey, ið hava upplivað meira enn eina búskaparkreppu er tilvitað, at henda eisini leggur at landi í Føroyum, bert seinkað av sjóvarfallinum.

Eg fari ikki at endurgeva búskaparligar forsøgnir, tí hesar kunnu lesast av tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum, Føroya Hagstovu og frágreiðing frá Tjóðbankanum. Vit kunnu eisini loyva okkum, at hugsa sjálvi.

Vit hava ymsikar hugsjónarligar atfinningar mótvegis sitandi samgonguleiðarum, Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard, og Jørgen Niclasen. Vit sleppa tó ikki undan, at hesir standa framman fyri einari stórari avbjóðing, ið ikki loyvur teimum at taka einstøk persónlig atlit, um teir skulu verða sína ábyrgd vaksnir.

Tað er tí lætt keypt atgongumerkið teir báðir sambandsmennirnir, búskaparfrøðingurin og fólkatingslimurin borreiða við.

Búskaparfrøðingurin kennir seg útifrystan av sínum egnu, tí hansara hugsunarháttur ikki vinnur neyðugan frama. Er tað kanska persónliga eginleika hansara at samtarva, ið bilar, tá brúk er fyri hesum?

Fáu mánaðirnir í Fíggjarmálaráðnum hava óiva givið Magna Laksafoss eina ballast. Tíðin var tó so stutt, at hann neyvan kann hava patent upp á búskaparliga sannleikan. Enn er tað mest teoretiskar vendingar vit hoyra upp í saman, og sum skaldið skrivaði, “tað lekur millum teori og praksis”.

Fólkatingslimurin spælir upp á allar tangentarnar, so langt hann sleppur. Man kann eisini yvirspæla sín leiklut, og framstendur hann tí, sum ein firtin maður, heldur enn ein ábyrgdarfullur politikkari.

Edmund Joensen hevur eitt langt lív í politikki. Nógv ár á Føroya Løgtingi, fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum, fyrrverandi Føroya Løgmaður í stutt tíðarskeið, og umboðar nú Føroyar á danska Fólkatingi.

Her er talan um eina merkisverduga samanrenning millum ein yngri og ein eldri politikkara í sama flokki, ið báðir kenna seg forfjónaðar, tó av ymiskum orsøkum.

Hesir hava sett sær fyri at nýta alla sína orku at sáa iva um landsins leiðslu, herundir egnan formann, Føroya Løgmann. Fyri okkum, ið hyggja frá síðulinjuni kennist tað sum um, teir nýta orkuna skeivt.

Samgonguleiðararnir hava allir givið til kennar, og tí eisini ásanna, at tað finnast ongar lættar loysnir. Tað er ein virðilig ásannan, undir verandi umstøðum.

Tað er ein ofta brúkt, og lætt keypt eksponering, at skjóta breitt, og so vóna at boðskapurin talar til flest hjørtu. Vónandi eru føroyingar so tilvitaðir, at hesin háttur ikki vinnur frama.

Somu menn, ið talaðu fyri einum valdømi, so avgerðirnar skuldu tæna heildini, royna nú at taka broddin av landsins leiðslu, tá hesir leggja seg eftir at sigla samfelagið ígjøgnum eina hóttandi búskaparkreppu. Tað er lítið ábyrgdarfult.

Teir kundu eisini valt at nýtt orkuna uppbyggjandi, soleiðis at unga framskygni og eldru royndirnar komu øllum samfelagnum til gagns.

Uppbyggjandi leiklutin fremja teir ikki við at fara eftir nýkosna Føroya Løgmanni, ið hevur megnað savnandi leiklutin undir truplum umstøðum. Hann hevur víst teir persónligu eginleikar, teimum vantar.

Teir skjóta breitt, og royna við hesum eisini at raka fíggjarmálaráðharran, Jóannes Eidesgaard.

Orsøkin er tó yvasom, annar teirra, tí leikluturin sum fyrrverandi Føroya Løgmaður ikki spældi væl av. Hin, tí hann - í ovfarakáti - kennir seg hava betri førleika enn verandi fíggjarmálaráðharrin. Høglini eru spilt, tí verandi fíggjarmálaráðharri letur seg ikki ávirka stórvegis. Nógvu royndirnar koma honum til góðar. Her stendur førleiki og viðtøkuføri teirra ikki mát.

Jørgen Niclasen er eisini partur av landsins leiðslu, men her raka høglini ikki. Jørgen sleppur stórt sæð snikkaleysur frá álopunum, og kunnu vit bert undrast á, hví so er. Kanska tí at motivini eru persónlig, og Jørgen er ikki partur av hesum.

Um tit báðir skulu gera nakran gagn fyri samfelagið, og soleiðis gagnnýta tað álit veljarin hevur givið tykkum, mugu tit leggja á annan bógv. Gamaní er tykkum loyvt at vera ósamdir við einstøk mál í samgonguskjalinum, men varð tað ikki betri at tit loystu ósemjuna innanveggja.

Frá síðulinjuni kennist tað, sum um tykkara orsøkir eru persónligar. Leiðsla snýr seg um at vísa atgerðarmátt, tá mest er brúk fyri hesum. Tað gera tit best við at vísa ábyrgd, og taka lut í loysnunum.