Ábyrgdarleyst drál við flogtrygd

Oddagrein:

Leygardagin hevði útvarpið hjá KVF sera álvarsom tíðindi, ið mugu fáa allar viðkomandi myndugleikar at ressast. Tíðindini snúu seg um, at skaðanevndin hjá donsku verjuni fyri fleiri árum síðani hevur mælt til, at ávísar tøkniligar ábøtur áttu at verið gjørdar við flogvøllin í Vágum. Hetta snýr seg fyrst og fremst um ein sonevndan verðurradara, ið kann geva betri upplýsingar um veðurviðurskiftini á og kring flogvøllin í Vágum í samband við fráferð og lending. Í frálíka væl frágingna innslagnum hjá starvsfeløgum okkara í Sortudýki var frásøgn um eina fráferð fyrr í ár, sum danskir loftferðslumyndugleikar meta var á markinum til tað forsvarliga. Í innslagnum var sera áhugaverd samrøða við tann, ið var flogskipari hendan túrin. Flogskiparnin, ið man vera ein tann mest royndi skiparin hjá Atlantsflogi, greiddi sakliga og gjølla frá viðurskiftunum í samband við innflúgving og fráferð, og í hesum sambandi greiddi hann eisini gjølla frá tí, sum var hent hendan dagin. Eingin orsøk er at ivast um frágreiðing hansara. Skipararnir tóku sína avgerð um fráferð við støði í teimum veðurupplýsingum, ið vóru til taks, og avgerðin var sum so sakliga grundað.

 

Sostatt tykist ongin orsøk vera at finnast at sjálvari avgerðini um at fara á flog henda illveðursdagin. Hinvegin er tað sera álvarsamt fyri allar partar, at flogskiparin undir samrøðuni letur skilja, at útgerðin í Vágum til veður-, serstakliga, trubulensupplýsingar, kundi verið nógv betri. Skiparin sigur bart út, at hesi seinastu árini er ikki hent nakað av týdningi reint tøkniliga á hesum øki við flogvøllin í Vágum. Høvdu hesar tøkniligu ábøtur verið gjørdar og tøknin verið til taks, ja, so varð kanska ikki lagt so nógv fyri hendan dagin, tá komið var at markinum. Síðan hesa hending hevur Atlantsflog broytt mannagongdir, ið skulu tryggja, at slíkt ikki skal kunna koma fyri aftur. Tað er sjálvsagt bara gott og ein lætti at vita sær hjá teimum mongu, sum nýta flogleiðina árið í kring og sum kanska ikki altíð eru líka álvulig, tá farið verður av stað á vetrardegi í nógvum vindi.

 

Vit skuldu sostatt verið tryggjað móti eini endurtøku av hesi ótespiligu fráferðini í februar í ár. Hinvegin er tað sera átaluvert, at avvarðandi myndugleikar ikki hava látist um vón, sjálvt um teir leingi hava vitað, at her er tørvur á tøkniligum ábótum, og at tann neyðuga tøknin er til at fáa. Tað er sera átaluvert, at avvarðandi myndugleikar snøgt sagt ikki hava rætt hond frá síðu í hesum máli, og spurningurin er, um ikki hetta drál er á markinum til fyrisitingarligt og politiskt ábyrgarloysi. Henda støða kann ikki sleppa at standa við, og almenningurin hevur krav uppá, at myndugleikarnir alt fyri eitt taka neyðug stig til tess at bøta um flogtrygdina við fráferð og lending. Vit hava yvirtikið flogvøllin, ábyrgdin er nú hjá føroyskum myndugleikum. Latið okkum nú síggja her og nú, at hesir myndugleikar megna at liva upp til hesa ábyrgd