Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár er tað komið fram, at almennir stovnar sjálvir skulu bløða fyri ta lønarhækking, sum fíggjarmálaráðharrin eftir tógvið stríð góðtók. At tað so var ein fíggjarmálaráðharri, sum hevði skálkin aftanfyri oyrað mundi helst fáur grunað tá. Fakfeløgini roknaðu við, at tað varð spælt við opnum kortum, og at teirra lønarkrøv, sum lutvíst vórðu gingin á møti, ikki fóru at verða tikin inn aftur við uppsóknum. Og tað er jú hetta, sum í veruleikanum hendir. Vit fara tí helst at síggja ein hóp av uppsøgnum komandi tíðina. Ein kann ímynda sær, at fíggjarmálaráðharrin vil tippa teir fólkafloksmenn, sum leggja eftir Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at vilja minka um almenna sektorin. Hetta er ein smartur máti at gera tað gjøgnum bakdyrnar við boðum til stovnarnar um at spara.
SJÁLVANDI er rætt at rationalisera og effektivisera almenna sektorin, soleiðis at skattaborgarin fær sum mest fyri sínar skattapengar. Og í tann mun hetta ber til og er rætt - eisini at minka talið av starvsfólki. Men hesin mátin er so ikki tann rætti. Hann er einki minni enn ábyrgdarleysur - amoralskur.
TAÐ er greitt, at Tjóðveldisflokkurin hevur ein trupulleika, nú hann í veruleikanum hevur lagt seg í føvningin á einum Fólkaflokki, sum vil síggja almennar sparingar. Hetta er tann prísur, sum hann má gjalda fyri at fáa Fólkaflokkin at metta sína fullveldissvongd.
MEN tá átti Tjóðveldisflokkurin at spælt við ærligum kortum og ikki brúka eina avtalu á arbeiðsmarknaðinum til at skerja talið á starvsfólki á stovnunum og harvið at leggja størri arbeiðsbyrðar á tey starvsfólk, sum ikki fáa sekkin. Vit taka tí fult undir við formanninum í Starvsmannafelagnum, sum hevur gjørt vart við ta ótolandi og ábyrgdarleysu støðuna. Annars verður áhugavert at síggja, um almennir stovnar kring landið, fara at vera eins virknir at gera vart við støðu sína sum eitt nú starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og um tingmenn í Suðurstreymi fara at vera eins góðir við Landssjúkrahúsið sum norðoyartingmenn og landsstýrisfólk eru við Klaksvíkar Sjúkrahús.