Minst 50 fólk doyðu, tá ein byrging skrædnaði stutt uttan fyri indonesiska høvuðsstaðin Jakarta í nátt Vatnið floymdi inn yvir ein býarpart, har nógv fólk búgva. Sagt varð,at umleið 400 hús stóðu undir í vatni, og at í flestu húsunum stóð vatnið tveir metrar upp frá gólvinum.
Tey fyrstu tíðindini søgdu, at 28 fólk høvdu latið lív, men fyrrapartin segði ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnar, at minst 50 fólk vóru deyð.
Samstundis varð sagt, at vanlukkan kann hava kravt uppaftur fleiri mannalív, tí hon hendi klokkan tvey um náttina, tá fólk lógu og svóvu.