Uppskotið um at avmarka møguleikarnar í føroysku landskappingini hjá føroyskum avtaluleikarum uttanlands var grundað á tað, sum kom fram, tá Fótbóltssambandið og feløgini í november í fjør hildu fund fyri at eftirmeta farna kappingarárið.
Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
? Nevndin í FSF samtykti at leggja eitt uppskot um hetta fyri aðalfundin, og feløgini samtyktu uppskotið. Tað varð ikki mett at verða rætt, at fótbóltsútisetar broyttu fyritreytirnar hjá feløgunum so seint í kappingini. Tað varð nevnt, at hetta kendist kappingaravlagandi, sigur Ísak Mikladal.
Aðalskrivarin í FSF sigur, at nýggja avmarkingin líkist nógv henni, sum danir hava, tá tað ræður um norskar spælarar:
? Í Danmark er ein regla komin um hetta. Danska kappingin endar seinni enn norska kappingin, og tað verður mett, at tað hevði verið óheppið, um fleiri spælarar frá t. d. Rosenborg høvdu hjálpt einum donskum felag síðstu umførini undan vetrarsteðginum og fyrstu umførini eftir vetrarsteðgin, áðrenn tað aftur verður farið undir landskappingina í Noreg.
Ísak Mikladal kennist væl við royndina hjá GÍ at tryggja Sámali Joensen loyvi at spæla við GÍ í tveimum teimum síðstu umførunum.
? Vit søgdu teimum, at talan skuldi vera um eitt aktuelt mál soleiðis at skilja, at flytingin skuldi vera í mesta lagið einar tíggju dagar eftir 28. juli. Vit søgdu í skrivinum, at teir vóru vælkomnir at kæra okkara avgerð til dómsnevndina, men tað hevur GÍ ikki gjørt.