Byrial og teir hildu tætt

AC Horsens spældi sunnudagin ímóti FC Midtjyllandi í donsku superliguni, og felagið hjá Johan Byrial Hansen fekk javnleik burtur úr dystinum. Einki mál kom í dystinum, og tað vóru teir í AC Horsens væl nøgdir við. AC Horsens er einasta felag í superliguni, sum ikki hevur tapt higartil í ár, og Johan og liðfelagarnir hava mest sum tryggjað sær plássið í bestu donsku deildini. Í donskum fjølmiðlum verður sagt, at AC Horsens hevur bestu verjuna í superliguni, og tað er tí, at liðið hevur fingið so nógv stig. Føroyski landsliðsspælarin Johan Byrial Hansen hevur verið ein av verjuspælarunum hjá liðnum í hesum kappingarárinum.