Byrial spælir dystir ímóti týskum liðum

AC Horsens við Johan Byrial Hansen á liðnum hava spælt tveir venjingardystir ímóti týskum liðum seinastu dagarnar

Farnu vikuna hevur AC Horsens, har Johan Byrial Hansen er ein av spælarunum, spælt tvær ferðir móti feløgum úr Týsklandi.
Fyrst spældi AC Horsens ímóti Holstein Kiel í Esbjerg, og dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Úrslitið var tað sama, tá ið Horsens nú um dagarnar royndi seg ímóti næstbesta liðnum hjá Hamburger SV.
Venjarin Kent Nielsen hevur brúkt dystirnar til at royna ymsar spælarar, og millum teirra, sum hevur fingið kjansin, er nýggi álopsspælarin Joel Tchami, sum felagið væntar sær nógv av.