Mikukvøldið hevði in.fo prát við Jóhan Páll Joensen, stjóra á nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði, P/F Pelagos.
Stjórin visti at siga, at byggingin av virkinum nú er komin so langt, at maskinurnar fóru at verða royndarkoyrdar nú um vikuskiftið.
Henda royndarkoyring var í gjár, og sambært stjóranum gekk alt væl. Ymiskar justeringar skulu gerast, og stjórin væntar, at fyrsta makrellastin verður keypt í vikuni sum kemur.
Ætlanin er, at P/F Pelagos skal keypa og heilfrysta eini 45.000 tons av uppsjóvarfiski um árið, og samdøgurkapasiteturin á virkinum er 650 tons.
Eini 70-80 fólk fáa arbeiði á virkinum, og stjórin sigur, at áhugin fyri at fáa arbeiði er stórur, tí ikki færri enn 130 fólk hava søkt um starv á virkinum.
Jóhan Páll Joensen væntar, at P/F Pelagos fer at seta fleiri fólk í starv í næstu viku, og sum stjóri sigur hann seg vera ógvuliga spentan upp á hesa nýggju avbjóðing í Fuglafirði.