Byrja av álvara eftir nýggjár

Opið verður tvær ferðir um vikuna

Endurstovnaða bátafelagið í Havn fer nú til verka.

Ætlanin er í fyrstu syftu at hava felagshúsið í Vágsbotni opið hvørt mánakvøld. Tað verður uppsligið, nær opið verður.

Annars er ætlanin at hava opið frá klokkan 10 annanhvønn leygardag, tvs. teir leygardagarnar, streymurin er harður og ongin fer í fjørðin.

Men tað verður ikki fyrrenn í tí nýggj árinum, at tað verður opið í Bátafelagnum.

Umframt hugnaliga samveru, er ætlanin er at hava ymiskt virksemi í húsinum.

M.a. skal umboð fyri sjómansskúlan greiða frá hvørji skeið limirnir í bátafelagnum kunnu fáa nyttu av.

Eisini er ætlanin at fáa onkran at greiða frá um bjargingarútgerð.

Men onnur tiltøk verða eisini, sum ikki eru fastløgd enn.