Havnagerð
Vágur: Arbeiðið at gera eina djúphavn í Vági, má nú projekterast av nýggjum.
Tað er avleiðingin av, at Løgtingið í síðstu løtu samtykti at sleppa ætlanini at gera eina samferðsluhavn í Vági í sambandi við djúphavnina.
Men arbeiðið at projektera havnina av nýggjum verður nú fyrireikað.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at Landsbyggifelagið er farið í holt við at fyrireika arbeiðið av nýggjum, har talan verður um eina djúphavn burturav.
Hann sigur, at eftir ætlan fær kommunan eitt uppskot og metingar miðskeiðis í februar. Hann væntar tí, at nýggja havnin kann projekterast í vár og hann sigur, at í seinasta lagi á jóansøku skuldi verið klárt at farið undir sjálvt arbeiðið.
Men hesuferð verður talan um eina heilt aðra havn enn hugsað var um, tá ið djúphavnin eisini var upp á tal.
?Tá var talan um eina djúp- og samferðsluhavn fyri yvir 30 milliónir. Nú verður talan um eina djúphavn burturav fyri einar 16-20 milliónir.
Kortini fer kommunan at gera ein ferjuskráa í havnini, so at tað ber til hjá skipum við portri at leggja at, men talan verður ikku um nakra samferðsluhavn.
Djúphavnin verður 10 metrar djúp og talan verður um góðar 80 metrar av atløgubryggju eftir teirri longu síðuni og góðar 60 metrar av atløgubryggju út og inn.
Løgtingið hevur samtykt at veita helvtina av byggikostnaðinum í studningi, tó í mesta lagi 18 milliónir til eina samferðsluhavn og djúphavn.
Men Landsstýrið er sinnað at betala helvtina av tí, sum hetta minna projektið kostar, tað verða einar 8-10 milliónir í landsins part.
Í ár hevur Løgtingið samtykt at stuðla við fimm milliónum og tær verða brúktar í ár.
Grótið til havnalagið verður tikið úr Lopransdali, har grótið, sum er sprongt úr Sumbiarbergholinum, er goymt.
Nýggir skoðarar
Byrjað í seinasta lagi á jóansøku
Ætlaða djúphavnin í Vági má nú projekterast av nýggjum, men ætlanin er at fara undir sjálvt arbeiðið í seinasta lagi á jóansøku
Havnagerð
Áki Bertholdsen
Vágur: Arbeiðið at gera eina djúphavn í Vági, má nú projekterast av nýggjum.
Tað er avleiðingin av, at Løgtingið í síðstu løtu samtykti at sleppa ætlanini at gera eina samferðsluhavn í Vági í sambandi við djúphavnina.
Men arbeiðið at projektera havnina av nýggjum verður nú fyrireikað.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at Landsbyggifelagið er farið í holt við at fyrireika arbeiðið av nýggjum, har talan verður um eina djúphavn burturav.
Hann sigur, at eftir ætlan fær kommunan eitt uppskot og metingar miðskeiðis í februar. Hann væntar tí, at nýggja havnin kann projekterast í vár og hann sigur, at í seinasta lagi á jóansøku skuldi verið klárt at farið undir sjálvt arbeiðið.
Men hesuferð verður talan um eina heilt aðra havn enn hugsað var um, tá ið djúphavnin eisini var upp á tal.
?Tá var talan um eina djúp- og samferðsluhavn fyri yvir 30 milliónir. Nú verður talan um eina djúphavn burturav fyri einar 16-20 milliónir.
Kortini fer kommunan at gera ein ferjuskráa í havnini, so at tað ber til hjá skipum við portri at leggja at, men talan verður ikku um nakra samferðsluhavn.
Djúphavnin verður 10 metrar djúp og talan verður um góðar 80 metrar av atløgubryggju eftir teirri longu síðuni og góðar 60 metrar av atløgubryggju út og inn.
Løgtingið hevur samtykt at veita helvtina av byggikostnaðinum í studningi, tó í mesta lagi 18 milliónir til eina samferðsluhavn og djúphavn.
Men Landsstýrið er sinnað at betala helvtina av tí, sum hetta minna projektið kostar, tað verða einar 8-10 milliónir í landsins part.
Í ár hevur Løgtingið samtykt at stuðla við fimm milliónum og tær verða brúktar í ár.
Grótið til havnalagið verður tikið úr Lopransdali, har grótið, sum er sprongt úr Sumbiarbergholinum, er goymt.
Nýggir garðaskoðarar
Vágs býráð hevur eisini valt nýggja vatn- og hegnsýnisnevnd. Á býráðsfundinum mikukvøldið, varð upplýst, at teir tríggir nevndarlimirnir í Vatn- og hegnsýnisnevndini, Bjarti Ludvig, Magnus Jacobsen og Poul Arni Thomsen, høvdu sagt seg frá.
Í nýggju vatn- og hegnsynisnevndina vórðu valdir John Petersen, Herman Christiansen og Juul Sundberg