– Vit byrja í smáum.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Samgongan hevur sett sær fyri, at føroyskir sjúklingar skulu hava trygd fyri skjótari viðger, og í tí sambandi skal eingin bíða longur enn 30 dagar eftir at koma undir læknahond.
Og nú vildi Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkinum, hava at vita frá landsstýrinum hvussu tað gongur við tí arbeiðnum.
Hann vísir á, at í summum førum eru bíðilistarnir at sleppa í viðgerð, so langir, at hann er bangin fyri, at vit fara at fá amerikanskar tilstandum, har fólk noyðast at keypa sær viðgerð á privatum sjúkrahúsum.
Og hann staðfestir, at tað verður í hvussu so er ikki vanligi føroyingurin, sum fær ráð til tað.
– Vit mugu ikki koma í tað støðu, har tað bara eru tey vælbjargaðu, sum fáa eina dygdargóða sjúkuviðgerð, heldur Heðin Mortensen.
Og tað er Kaj Leo Holm Johannesen púra samdir í. Og hann heldur, at besta trygdin fyri, at allir borgarar fáa javntbjóðis tilboð um góða viðgerð, er nettupp at vit fáa eina skipan við viðgerðartrygd.
Han sigur, at hvussu leingi tað fer at taka áðrenn viðgerðartrygdin er fyri allar sjúklingabólkar, veldst um, hvussu nógv verður sett av á fíggjarlógini til endamálið.
Og hann ætlar sær at byrja í smáum.
Næsta ár ætlar hann sostatt at fáa játtan á fíggjarlógina til ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung og vaksin ímillum 15 og 35 ár, og hann ætlar eisini at royna at fáa játtan til vaksin við ADHD við tí endamálið at stytta bíðilistan, tí sum er mugu tey bíð 3-4 ár eftir at sleppa í viðger.
– Vit verða noydd at menna okkum alla tíðina. Men tað er langt eftir á mál, tí játtanin til heilsuverkið í Føroyum skal hækka 200 - 300 milliónir um árið, áðrenn tað kann javntsetast við heilsuverkini í hinum Norðanlondunum.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at føroyskir sjúklingar skulu ikki bara hava trygd fyri at sleppa við viðgerð, teir skulu eisini hava trygd fyri at viðgerðin er dygdargóð.
Í dag senda vit í nógv størstan mun sjúklingar til viðgerar á donskum sjúkrahúsum, og tað gera vit eisini í sambandi við sjúkur, har vit vita, at sjúkrahús í øðrum av okkara grannalondum hava eina betri viðgerð, sigur hon.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann ætlar sær nettupp at gera avtalur við sjúkrahús í øðrum norðanlondum um at taka ímóti sjúklingum úr Føroyum í teimum førum, har viðgerðirnar eru betri enn í Danmark.