Byrjaði í keypsamtøku – endaði sum bankaruddari

Hann hevur stjórnað trimum endurreistum bankum í Føroyum: Sjóvinnubankanum, Føroya Banka og Eik Banka. Jørn Astrup Hansen fyllir í dag 80 ár

 

Tey nógvu árini sum bankastjóri setti Jørn Astrup Hansen síni fingramerki á endurreisnina av føroyska búskapinum. Í dag fyllir hann 80 ár. - Foto: Linda Kastrup/Ritzau Scanpix

Sum ungur fór hann í læru í eini keypsamtøku í Vesturjyllandi. Mong ár seinni var hann við til at fáa føroyska búskapin upp á rættkjøl eftir húsagangir hjá føroysku bankunum í nítiárunum.

Tað lá ikki í kortunum, at hann skuldi gerast bankastjóri.

Tað var eingin siðvenja í familjuni at gerast bankastjóri, sigur hann. Heldur ikki Jørn Astrup Hansen, sum í dag fyllir 80 ár, hevði ímynda sær eina framtíð á odda fyri einum banka.

– Sum smádrongur hugsaði eg als ikki, at eg vildi vera bankastjóri, tá eg bleiv stórur. Tað var av tilvild, at eg gjørdist bankamaður, sigur hann.

Fyrrverandi bankastjórin vaks upp úti á landinum í einum býarparti, sum í dag er partur av Esbjerg Kommunu. Har var pápi hansara formaður í eini keypsamtøku og bókhaldari í meiarínum.

Eftir fólkaskúlan fór hann í læru í keypsamtøkuni. Og tað var júst í keypsamtøkuni, at hann fekk íblástur til at útbúgva seg innan fíggjarheimin.

– Eg virkaði longu tá innan handil og handilslívi, kunnu vit siga. Eg vildi hava eina útbúgving. Og so var tað lutvíst nátúrligt at halda fram tann vegin, sigur hann.

Hann tók tí handilsskúlaprógv og gjørdist seinni kandidatur í búskapi.

Eftir 16 ár í Midtbank í Herning kom hann í 1993 til Føroyar, har uppgávan var at endurstovna føroyska búskapin, sum nakrar mánaðir frammanundan fór í svart, tá Sjóvinnubankin fór av knóranum 6. oktober í 1992.

Tað eydnaðist at endurreisa bankarnar og føroyska búskapin eftir kreppuna í nítiárunum.

Í 2005 var vesturjydin útnevndur til riddara av Dannebrog fyri sítt stríð í Føroyum.

– Eg gangi vanliga ikki runt og eri stoltur av nøkrum. Men tí eri eg eitt sindur stoltur av, sigur hann.

Sjálvt um Astrup tveitti seg út í eina trupla uppgávu á útivølli í Føroyum, minti hann seg sjálvan á sítt egna slagorð.

– Eg hevði eitt slagorð í Føroyum: Tað skal sku vera stuttligt at vera bankastjóri. Og tí helt eg fast í. Og var altíð í góðum lag, leggur hann dent á. 

Í dag er Jørn Astrup Hansen framvegis virkin sum limur í umboðsráðnum í Velliv og skrivar hvønn mánað klummu í Jyllands-Posten.

Hann sigur, at hann hevur ikki so nógv um oyrini, sum hann fyrr hevði, og tað gevur honum meira tíð saman við konuni Gunhild og familjuni.

 

 

Tey nógvu árini sum bankastjóri setti Jørn Astrup Hansen síni fingramerki á endurreisnina av føroyska búskapinum. Í dag fyllir hann 80 ár. - Foto: Linda Kastrup/Ritzau Scanpix