Byrjanin til eina góða undankapping

Jens Kristian Hansen ivast ikki í, at Føroyar fara at fáa fleiri stig burturúr hesari undankappingini

Liðskiparin hjá føroyingum mikukvøldið, Jens Kristian Hansen, segði beint aftan á dystin, at hetta var eitt slag av uppreisn fyri føroyska landsliðið.

? Móti Estlandi spældu vit sera illa, og vit søgdu við okkum sjálvar aftan á tann dystin, at ein tílíkan dyst spæla vit ikki aftur. Tað gjørdu vit eisini beint áðrenn henda dystin, segði Jens Kristian Hansen, sum umframt at vera liðskipari á landsliðnum eisini er liðskipari hjá B36.

? Í dag vístu vit, at vit kunnu gera tað nógv betur. Vit gjørdu tað, sum venjarin hevði givið okkum boð um.

Jens Kristian hevur nú góðar vónir til restina av hesi EM-undankappingini.

? Soleiðis sum vit spældu í kvøld, rokni eg ikki við, at vit fara at fáa serliga nógv mál ímóti okkum í hesi undankappingini, og eg rokni eisini við, at vit kunnu fáa fleiri stig burturúr kappingini. Dysturin í kvøld var byrjanin til eina góða undankapping fyri okkum, segði Jens Kristian Hansen.