Byrsumaður skotið 12 fólk í USA

Løgreglan í amerikanska býnum Tucson hevur tikið ein mann, sum skeyt eftir fólki í einum matvøruhandli seinnapartin. Sambært sjónvarpinum CNN skal maðurin hava rakt minst 12 fólk, teirra millum demokratiska kongresslimin Gabrielle Giffords. Sagt verður, at hon varð rakt í høvdið.

Talsmaðurin fyri løgregluna í Tucson váttar fyri CNN, at fleiri fólk vórðu rakt av skotum, men hann vil ikki nevna nøvn ella siga nakað um, hvussu støðan hjá teimum raktu er. Aðrar keldur siga, at tey særdu eru flutt á eitt sjúkrahús.

Sjónvarpið Fox sigur, at byrsumaðurin er tikin.

Gabrielle Giffords, sum bleiv vald í Kongressina í 2006 umboðandi statin Arizona, skrivaði í morgun á Twitter, at hon skuldi luttaka í einum politiskum tiltaki í matvøruhandlinum í Tucson, og hon bað fólk koma við hugskotum og spurningum.