Byrsumaðurin settur fastur

Leygarmorgunin skeyt ein 39 ára gamal maður við byrsu eftir einum øðrum manni, sum goymdi seg umborð á skipinum Váðasteini. Maðurin, sum skeyt varð seinni handtikin, og nú er hann varðhaldsfongslaður til 27. mars. Fyri tað skal maðurin so fyri rættin, har hann verður ákærdur fyri roynd at gera harðan harðskap og at hótta fólki við lívinum, umframt, brot á vápnalógina

Tað var um hálvgum sjey tíðina leygarmorgunin, at skot vóru latin av á Busatanga í Havn. Skot vóru latin av eftir einum manni, ið goymdi seg handan ein stálplátu umborð á Váðasteini, sum lá har Smyril og Norrøna plaga at liggja.

Ongin fekk kropsligt mein av hendingini. Men løgreglan fór beinanvegin at leita eftir manninum, ið hevði skotið, tí hann var tikin til beins.

Einaferð út á dagin fór hann inn til Brynhild Thomsen, ið er blaðstjóri á Dimmalætting. Løgreglan upplýsir, at hon ringdi eitt sindur skelkað til løgregluna, eftir at maðurin hevði verið á gátt hjá henni.

- Tað passar ikki at eg var bangin, sigur Brynhild Thomsen, ið ikki vil siga meira í dag.

Um kvøldið kom eitt tipp inn til løgregluna, har keldan greiddi frá, at hon hevði sæð 39 ára gamla byrsumannin, ið tá hevði ringt eftir einum hýruvogni.

Løgreglan fór út og fylgdi aftaná bilinum, til hann steðgaði. Síðan handtók løgreglan mannin, sum fylgdi við løgregluni uttan at gera mótstøðu.

- Maðurin var sera móður, og hann visti væl, at vit leitaðu eftir honum, greiðir vakthavandi á politistøðini frá.

Síðani var maðurin lagdur í arrestina, har hann slapp at sova, men fyri hetta varð blóðroynd tikin av manninum. Hesar skulu til kanningar fyri at vita, um maðurin var ávirkaður av rúsdrekka ella øðrum rúsandi evnum.

- Tað vildi verið undarligt, um hesin maðurin var tann einasti í einum umhvørvi, ið ikki nýtir rúsevnir, vísir løgreglan á, sum kennir 39 ára gamla havnarmannin frá øðrum hendingum.


Grundlógaravhoyrdur


Í gjár klokkan 16:30 varð maðurin í Føroya rætti til grundlógaravhoyringar. Ákærin bað um at avhoyringin varð hildin handan stongdar dyr, og soleiðis bleiv.

Klokkan umleið 19 vóru avhoyringarnar av, og maðurin tikin innaftur á politistøðina.

Sambært løgregluni verður maðurin ákærdur fyri roynd at gera sera grovan harðskap og at hótta mann eftir lívinum, umframt, brot á vápnalógina, tí høglbyrsan var saga av.

Byrsumaðurin noktaði seg sekan í øllum skuldsetingum, uttan brotinum á vápnalógina.


Varðhaldsfongslaður


Í rættinum varð avgjørt, at maðurin skal varðhaldsfongslast til 27. mars. Fyri tað tíð skal maðurin fyri rættin.

- Tað er við atliti til kanningarnar, at maðurin verður varðhaldsfongslast. Tað spælir eisini inn, at maðurin kann vera til vanda fyri onnur, greiðir løgreglan frá.

Tingini, sum maðurin verður ákærdur fyri eru rættiliga grov, og tað grovasta er at royna at gera harðskap, ið kann seta lívið hjá øðrum í vanda.

At byrja við arbeiddi løgreglan við málinum, sum um tað var ein morðroynd, men henda ætlan er slept, tí umstøður gera, at tað nokk ikki fer at halda.


Upp til fýra ár


Fyri grovastu skuldsetingina er revsuramman upp til fýra ár, og fyri at hótta fólk eftir lívinum kann mann fáa upp til tvey ár. Tá mann hugsar um søguna maðurin hevur hjá politinum, so kann løgreglan upplýsa, at maðurin helst verður rímiliga hart revsaður.

Tó verður maðurin ikki revsaður seks ára fongsulsrevsing fyri málið, tí soleiðis verða ákærur ikki taldar saman.

Hinvegin er heilt víst, at maðurin skal inn at sita, um skuldsetingarnar ímóti manninum halda.

Báðir menninir í málinum eru væl kendir av løgregluni. Og sum skilst ferðast teir báðir í einum rættiliga hørðum umhvørvi.