Í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars verður Reinsaríið í Havn karmur um eina heilt serliga konsert við Byrta.
Sjálv sólarmyrkingin er fyrrapartin fríggjadagin 20. mars. Søgnin sigur, at tá sólarmyrking var í Føroyum í 1612 vóru fýra brøður úr Sumba á fjalli. Teir vóru tiltiknir at klandrast, men burturi í haga í bølamyrkri á tí sum skuldi verið alljósum degi, lovaðu teir í olmussu, at yvirlivdu teir, so skuldu teir ikki klandrast aftur. Eitt lyfti teir hildu til sín deyðadag.
Nú vit skriva 2015, veit allur heimurin av sólarmyrkingini og eingin verður tikin á bóli av henni, ístaðin verða Føroyar á tremur við ferðafólki, ið vilja uppliva hetta serliga fyribrygdið, ið bert kann upplivast í Føroyum og á Svalbard.
Við so nógvum fólkum savnaðum í Havn bjóðar Byrta til eina rættiliga pop veitslu í nýggja spælistaðnum í Tórsgøtu.
Tey bæði Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen koma við sínum bólki umframt serligum gestum og lova eitt brak av eini konsert, har tey spæla nýtt tilfar umframt tað gamla vælumtókta.
Til ber longu nú, at tryggja sær atgongumerki til konsertina, og longu nú eru nógv atgongumerki seld á reinsariid.fo og í Kunningarstovuni í Havn