Í nátt ætlar samráðingarleiðarin at manna landsstýrið. Men fyrst er tað henda fínpussingini av samgonguskjalinum, har hann ikki heldur tað vera tær stóru broytingarnar. So er tað býtið av málsøkinum, sum verður tikið, áðrenn tey fara at tosa um tal og nøvn á landsstýrisfólki.
– Málið er at sita út í eitt til hetta er loyst, og eg vóni, at vit klára tað í kvøld ella í nátt. Um ikki, so mugu vit taka tað uppaftur í morgin, segði Aksel V. Johannesen við sjónvarpið í kvøld.
Tað er hugsandi, at nýggja landsstýrið fer at hava 8 ella 9 landsstýrisfólk. Tað er ein kabala, sum skal ganga upp. Javnaðarflokkurin er líka stórur í tingfólkatalið, sum Tjóðveldi og Framsókn tilsamans. Tí er sera hugsandi, at Javnaðarflokkurin fær fýra landsstýrisfólk, har løgmaður er ein teirra. Tjóðveldi fær helst trý, og so er spurningurin, um Framsókn fær eitt ella tvey landsstýrisfólk. Umframt landsstýrissessir, so telja aðrir sessir eisini, so sum formaður ella forkvinna í Løgtinginum og í fíggjarnevndini – og so, hvørji málsøkini eru.
Fyrsta landsstýrið, sum varð skipað eftir nýggju stýrisskipanarlógini, var í 1998. Í tí landsstýrinum
9, 7 ov trupult at ganga upp við samanseting.
Miðaltalið av landsstýrisfólki síðani tá hevur verið 8.
1998-2002: 8 landsstýrisfólki
2002-2004: 9 landsstýrisfólki
2004-2008: 7 landsstýrisfólki
2008-2008: 8 landsstýrisfólki
2008-2011: 9 landsstýrisfólki
2011-2015: 8 landsstýrisfólki
2015-2019: 8 landsstýrisfólki
2019-2022: 7 landsstýrisfólki