CAFÈ II - cafématur & café-tónleikur

Café II verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í kvøld Café II í Føroyahúsinum fekk í september eina flúgvandi byrjan við framúr góðum stemningi, góðari café-matskrá og góðum tónleiki frá Janusi Trúgvasyni.

 

Fríggjakvøldið hin 14. november kl. 20.00-24.00 fara Mikkel Thomas, Janus Kampmann og Agnar Lamhauge at undirhalda og spæla tónleik. Hesir eru allir frálíkir tónleikarar og hava spælt saman við nærum øllum, sum duga at grulva.

 

Navnið CAFÈ II kemur av, at Cafékvøldini eru 2. fríggjakvøld í hvørjum mánaða.

 

Støkk inn á gólvið, hugna tær við tónleiki og royn okkara nýggju café-matskránna, jólaølina frá Føroya Bjór og framúr góða Føroyahús-burgaran hjá Gerti, sigur Føroyahúsið í tíðindaskrivi.

 

Alt til sera sámuligar prísir.

 

Ókeypis atgongd.

 

Bogi Mouritsen og Føroyahúsið skipa fyri.