Can we hear the Faroooees«

Hann hevur ongantíð verið í Føroyum, men eftir fýra dagar saman við føroysku áskoðarunum, er Paul Johnson púrasta vekk í oyggjum okkara. Ikki minst flogbóltinum og kvinnunum

Lerwick: - Hvat vilt tú hava meg at siga. Eg eri ikki vanur við at tosa við bløð, so eg veit ikki, hvussu tað gongur fyri seg. Faktiskt sigi eg altíð nei til blaðsamrøður, men eftir sum tú kemur frá einum føroyskum blað, so geri eg eitt undantak hesaferð. Føroyingar eru eitt fantastiskt fólkaslag kann eg alt fyri eitt heilsa til allar lesararnar hjá tykkum.
Orðini fellu sum skotriðil úr eini maskinbyrsu, tá hallarvarparin til flogbóltsdystirnar á oyggjaleikunum tosar. Paul Johnson er navnið á manninum, sum stútt og støðugt fær áskoðararnar at bæði rópa og klappa, meðan dystirnir eru. Aldurnar verða sendar bæði ein og annan veg, og ikki minst kemur ferð á, tá sjónvarpið sendir beinleiðis úr dystum. Alt í alt er er einki at ivast í, at hann hevur imponera flestu føroyingarnar í Lerwick eins nógv, sum føroyingar hava imponerað hann.

Ein fantastisk ítrótt
Vanliga spælir Paul í einum rock-orkestri her í Hetlandi, og tí sigur hann seg ikki hava nakrar trupulleikar við at heppa á áskoðararnar.
- Eg spæli í einum slag av rock-orkestri. Og tað, sum eg eri kendur fyri, er at fáa fjøldina við. Og tað passar sera væl inn í umhvørvið her. Ikki minst hjá føroyingunum, sum tykjast vilja hava ein slíkan at heppa saman við teimum. Tað ger eisini mítt arbeiði lættari.
Men hevur tú nakran tíð roynt tað til ein flogbóltsdyst fyrr? Tað er jú ikki tann ítróttargreinin, sum hetlendingar gera mest við.
- Nei. Eg hevði ikki so mikið sum hugt at einum flogbóltsdysti, fyrr enn leikirnir byrjaðu. Men tað er fantastiskur ítróttur. At síggja støði á spælinum og ikki minst fimleikan í kropsrørslunum hjá tykkara spælarum er ótrúligt. Og ikki minst hjá kvinnunum. Tær eru ótrúligar, og eg vil sjálvur siga, at eg eri maskotturin hjá teimum.
- Men eisini menninir eru framúr. Hasin har Rúni Weihe, og nummar fimm og tíggju (Jón og Bartal, blðm.). Teir vita pína doy, hvat flogbóltur er fyri nakað. Undan dystinum í gjár móti Álandi søgdu teir mær, at teir gleddu seg til ein dyst, har teir fingu veruliga mótstøðu. Og tað fingu teir eisini. Tað var ein fantastiskur dystur, har menninir veruliga togaðu seg eitt stig uppeftir.
Og gleðir tú eins nógv til finaludystirnar, sum vit føroyingar gera?
- Tað geri eg. Nú vóni eg bara, at menninir eisini koma hartil, men tað gera teir heilt víst. Og eg ivist ikki í, at tær báðar finalurnar fara at geva okkum nakrar fantastiskar dystir. (Eftir at samrøðan varð gjørd, kundu vit so tíverri staðfestas, at hetta ikki hendi, blðm.)
- Og sum heild haldi eg, at dystirnir her á leikunum longu nú hava givið hetlendskum flogbólti eitt ordans skump. Fólk hava sæð nakrar framúrskarandi dystir frá tykkara síðu. Kvinnurnar vóru sera sterkar í hálvfinaluni, og yvir høvur haldi eg, at øll hava havt »a great time« higartil. Eg havi havt tað fínt. Spælarar og áskoðarar úr Føroyum, Grønladi, Álandi. Ja, í veruleikanum hava vit øll fingið nakrar veldugar upplivingar í flogbóltshøllini. Og enn eru bestu dystirnir kanska eftir, staðfesti Paul at enda, áðrenn mikrofonin og krevjandi áskoðararnir aftur kravdu skjóttgangandi mussaskøði yvir at mikrofonini.