Cantabile syngur í Danmark

Føroyska kvinnukórið Cantabile fer í hesi vikuni á konsertferð. Tríggjar konsertir eru á skránni í Vejle og Århus Cantabile byrjaði sum gentukór hjá Paula í Sandagerði. Pauli býr nú í Danmark, men kvinnurnar venja og syngja framvegis í Føroyum ? og sambandið er ongantíð kvett.

 

Á konsertferðini í Danmark verður høvi at hoyra frálíka kórið saman við upprunaliga dirigentinum. Nógv av kórverkunum hjá Paula eru skrivað serliga til hetta kórið, sum hevur ein serligan klang, og kórið hevur mangan frumframført nútímans kórtónleik í Føroyum.

 

Kórið hevur verið nógvar konsertferðir uttanlands, líka úr Noregi til Grikkalands, og móttøkan hevur oftast verið stórfingin. Bæði tann siðbundni og tann meiri nútímans kórsangurin hevur ein føroyskan botn, ið vekir sterkar kenslur. T

 

Cantabile hevur eina breiða skrá. Tær syngja íslendskt og føroyskt, og tær syngja gamalt og moderna. Klassisk nøvn sum Rachmaninov og Kodály eru at hoyra frá fyrra endanum, Pauli í Sandagerði og Atli Heimir Sveinsson í tí nýggjara.

 

Cantabile hevur vant leingi fram til hesa konsertferðina, og vónin er, at eisini føroyingar, sum búgva í økinum, leggja leiðina framvið.

 

Ein konsert verður fríggjadagin 18. apríl kl. 16 í Skjød kirke, sum liggur millum Hemmel og Hadsten í ein útnyrðing úr Århus. Ein verður leygardagin 19. apríl klokkan 11 í Sct. Nicolai kirkju í Vejle. Og ein konsert verður sama dag í Engum kirkju klokkan 17.30.