Fyritøkan Sp/f Care on Sea húsast undir góðum umstøðum og í vælegnaðum hølum á bryggjuni í Hvalvík. Verkstaðurin eru í høllini í bygninginum, har Skretting helt til áður.
Dagligur leiðari og verkførari hjá Care on Sea er Sørin Svenning Danielsen, sum í mong ár hevur fingist við plastbátavirksemi og motorar.
Tað er hetta arbeiði, ið framvegis er høvuðsvirksemi hjá fyritøkuni, sum eisini leigar út innandura pláss - ella ”neyst” - til bátar.
Góðu umstøðurnar, sum Care on Sea hevur havt í Hvalvík við verkstaði og umleið 1000 fermetra stóru høllini, eru nú munandi betraðar.
Søren Svenning Danielsen sigur, at hann nú eisini hevur leigað bygningin hjá Havnar Timburhandli, sum stendur niðan móti vegnum - ella millum verandi bygning, har Care on Sea heldur til og vegin omanfyri.
- Her hevur timburhandilin havt timburgoymslu. Í høllini, sum er umleið 1000 fermetrar, er pláss fyri umleið 25 bátum. Her kunnu bátaeigarar leiga seg inn við bátum sínum og kunnu gera ymiskt vanligt viðlíkahald, sum ikki órógvar eigaran við síðuna av ella aðrar leigarar í høllini, sigur verkførarin.
Í løtuni eru 20 bátar inni í høllini, men her er pláss fyri umleið 25 bátum. Aftrat høllini hevur Care on Sea eisini leigað einar 1500 fermetrar av uttanduraplássi við bygningin hjá Havnar Timburhandli, sum er innihegnað.
Herfyri, tá in.fo skifti orð við Søren Svenning Danielsen, hevði hann tilsamans 52 bátar uppi, og tá eru teir íroknaðir, sum standa á økinum sunnan fyri verkstaðsbygningin.