Carl Gustaf kongur og Silvia drotning hátíðarhalda 50 ára brúdleypsdag seks dagar áðrenn sjálvan gullbrúdleypsdagin. (Mynd: Christine Olsson/Ritzau Scanpix)

Carl Gustaf kongur og Silvia drotning halda gullbrúdleyp

Svenska kongshjúnini, Carl Gustaf kongur og Silvia drotning, hátíðarhalda leygardagin, at 50 ár eru liðin síðani tey giftust.

Carl Gustaf kongur og Silvia drotning hátíðarhalda 50 ára brúdleypsdag seks dagar áðrenn sjálvan gullbrúdleypsdagin. (Mynd: Christine Olsson/Ritzau Scanpix)

Hátíðarhaldið fer fram í Stockholm og byrjar við einari takkargudstænastu í Slotskirkjuni. Síðani fara kongshjúnini umborð á gylta róðrarbátin Vasaorden, har almenningurin fær høvi at síggja tey.

Hóast brúdleypsdagurin veruliga er 19. juni, hava tey valt at hátíðarhalda hann seks dagar frammanundan fyri at sleppa undan at raka svensku summarhátíðina, midsommar.

Seinni á degnum verður ein konsert við kærleikstema, og dagurin endar við einum privatum døgurða fyri familju og vinum á Kongliga Slottinum.

Millum gestirnar er eisini systir Margrethu drotningar, Prinsesse Benedikte. Eisini sonur hennara, Prins Gustav, og kona hansara, Prinsesse Carina, eru við til hátíðarhaldið.

Silvia, sum hevur týskar og brasilianskar røtur, møtti Carl Gustaf kongi undir olympisku leikunum í München í 1972. Í fleiri ár hildu tey kærleikan loyniligum, áðrenn tey giftust í 1976.

Í einari nýggjari sjónvarpssending hevur Silvia drotning fortalt, at hon als ikki var fyrireikað upp á leiklutin sum drotning. Hon dugdi bert nøkur fá svensk orð og kendi seg ofta ótrygga fyrstu tíðina.

Kongshjúnini hava trý børn: Krúnprinsessan Victoria, Carl Philip, prinsur og Madeleine, prinsessa.

Sambært svenska kongshúsinum er hetta bert aðru ferð í svenskari søgu, at eitt kongaligt gullbrúdleyp verður hátíðarhildið. Fyrra ferðin var í 1907, tá Kong Oskar II og Drotning Sofia kundu hátíðarhalda 50 ára hjúnalag.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Carl Gustaf kongur og Silvia drotning hátíðarhalda 50 ára brúdleypsdag seks dagar áðrenn sjálvan gullbrúdleypsdagin. (Mynd: Christine Olsson/Ritzau Scanpix)

Sonur kongshjúnanna, Carl Philip prinsur, kemur saman við børnum sínum til gudstænastuna í Slotskirkjuni í Stockholm. (Mynd: Jonas Ekströmer/Ritzau Scanpix)

Carl Gustaf kongur og Silvia drotning koma til Slotskirkjuna í Stockholm, har hátíðarhaldið av gullbrúdleypsdegnum byrjar. (Mynd: Jonas Ekströmer/Ritzau Scanpix)

Benedikte prinsessa av Danmark er millum gestirnar, sum eru við til hátíðarhaldið av 50 ára hjúnadeginum hjá svenska kongshjúnunum. (Mynd: Christine Olsson/Ritzau Scanpix)