Hóast hann er blivin 33 ára gamal, er brasiliumaðurin Roberto Carlos framvegis skjótasti spælari á liðnum hjá Real Madrid. Felagið hevur nýligt gjørt kropsligar royndir við sínum spælarum, og tá ið tað kom til skjótleika, kláraði eingin at fylgja við Carlos. Hann rann 100 metrar upp á 10,9 sekund. Í hølunum á Carlos komu tveir aðrir brasiliumenn, Ronaldo og Cicinho, sum báðir runnu 11,1 sekund.