Andy Caroll hevur havt eina ótrúliga góða kappingarbyrjan við Newcastle. Higartil hevur hann skotið átta mál í Premier League, og tað hevur eisini ført til, at hann hevur fingið sín fyrsta dyst á tí enska landsliðnum.
Enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello heldur, at Andy Caroll saman við Wayne Rooney fer at verða eitt ógvuliga vandamikið álopspar hjá tí enska landsliðnum.
- Eg trúgvi, at teir báðir verða ein góð samanseting. Caroll er ikki bara sterkur við høvdinum, hann hevur eisini skjótar og smildligar rørslur, sum gevur hinum spælarunum rúm, sigur Fabio Capello við kenda enska blaðið, The Guardian.
Fabio Capello hevur leitað leingi eftir einum sterkum framherja, sum kann spæla saman við Wayne Rooney í tí enska álopinum. Men hvørki Emile Heskey ella Peter Crouch hava víst nóg góðar dygdir.
Fabio Capello fegnast eisini um, at Wayne Rooney er byrjaður at spæla aftur: - Tá Wayne Rooney er í góðum formi, so er hann uttan iva ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum. Hann er ein av teimum spælarunum, sum veruliga ger mun, tá hann er á vøllinum. Tá hann ikki er við okkum, tá gerast vit eitt nógv tamari lið, staðfestir Fabio Capello.