Carpe diem undir Tangafirði

Tangafjarðartunnilin hev­ur verið á breddanum í sam­fel­ags­kjakinum og á pol­itiska palli­num í áravís, hann hev­ur flotið í politiska sæv­ar­­mál­­a­num alt eftir sum sjóv­ar­­fallið hevur verið, og ong­an­­tíð hevur løtan ver­ið lag­a­lig­ari enn nú, ella rætt­­ari mom­ent­um er nú, skal und­ir­sjóvarsmogan ger­ast veru­leiki.

Tórbjørn Jacobsen

Borgarin og ser­frøð­in og diverse tvør­polit­iskar fraktiónir eru samd um, at hetta er einasta infra­struktuella cash-kúgvin sum finst í landi­num og fyrimunirnir eru eyð­sýnd­ir, 2/3 av íbúgvum land­sins búleikast báðu meg­in við munn­ar­nar, og tað krevst ongin vísind fyri at fram­rokna sam­fela­gs­vinn­ing­in, nógmikið er at skoða menn­ing­ina í Føroyum síðani Mikkjal Helmsdal og hansara valalið fór und­ir at framtíðartryggja væl­ferð­ar­samfelagið umvegis undir­støðu­kervið. Hvussu mang­ar milliardir krónur ið eru brúktar í dagsvirði til berg­hol, vegir og havnarløg, hesi árini síðan stríðsárini seinru, er ilt at meta um, men 100 milliardir forsláa ikki, og hví skul­di einasta inntøkukúgvin í undirstøðu, á eina góða milliard í íløgukostnaði, tá verið ein trupulleiki hjá teim­um almennu Føroyum?
Landsstýrismaðurin í innlendismálum tók á hes­um sinni málið uppaftur, og tað var sum at festa eld í gamalt hoyggj, kropp av kroppi ganga nú øll fram á rað við sínum hugskotum um hvussu hetta átrokandi mál skal fremjast, ongin ivast yvirhøvur í um málið skal loysast, og úrslitið er, at fleiri uppskot nú liggja í rættar­nevnd løgtingsins, og har­til er okkurt ávegis.
Realpolitiski trupulleikin í verandi stund er bara, at onki av uppskotunum tykist eiga ein meiriluta á tingi. Kloss­u­ta handteringin hjá lands­stýrismanninum av máli­num hevur forkomið pri­vatu CIP-verkætlanini, ætlar ein politikari at fremja eitt mál, skal hann krúpa burt­ur frá hesum sjálvur, og lata málið, og ikki seg sjálvan, vera fokuspunktið, og totalt mis­skilta valdsarrogansan og embætishoveranin, ið nú rýkur frá departe­ment­stjóra­num í Innlendismálaráðnum, sum í samrøðu rør framundir, at politiska skipanin í landi­num er ein forðing fyri hans­ara stóru ætlanum, punkt­eraði ætlanina endaliga. Tragikomiska og pútudevilska ætlanin hjá løgmanni, at tøma national­bankan niður í tvær undirsjóvarsmogur, fyri at flyta marginalarnar yvir á sína hálvu, munaði mun­andi tann skeiva vegin. Her vendist ikki aftur. Táið æt­laði undirritingarfundurin í Løks­høll hin 27. juni, væl­smurd­ur av Kristinu Bær­end­­s­en og Beini Troest, gjørd­­ist partapolitiska mo­ment­um´ið, drív­meg­in, held­ur enn Tanga­fjarð­ar­tunnilin, tá brast í grundini longu alt málið í ministeriella føvn­ingi landsstýrismansins. Í eini metamorfosu var cash-kúgv­in nú vorðin ein ætlað at­­kvøðu­­kúgv.
Hvat ið politiska skipanin heldur til í løtuni er ilt at vita, niðurbræðingin i sam­gonguni er eyðsýnd, tað bløðir úr skeinunum, men hyggja vit isolerað at Tangafjarðartunlinum, sum tey flestu halda er ein skila­góð íløga, leik og lærd, so eru nú áneyðir á einum PlanB í mun til verandi og komandi upp­skot, sum ikki eiga nóg dygga undirtøku í politisku skipanini.
Frábyrgja vit Tanga­fjarð­ar­tunnilin frá øðr­um undir­støðu­­verk­ætla­num, so er ongin ivingur um, at upp­skotið hjá Poul Michelsen er tað frægasta ímillum teirra, sum rættarnevndin nú er í holt við at viðgera. Tað er mest kleana uppskotið, tí har hongur ongin politiskur tíansheldur partapolitiskur taraskógur og fløkist um beinini á málinum. Politisk fáfongd forðar kortini helst fyri, at tað kann samtykkjast, men alternativið er, at tingmenn úr øllum flokkum gera eitt uppskot sum líkist hesum, og at teir allir eru uppskotsstillarar fyri at tryggja stabilitetin frá framløgu til lok mál­sins við triðju viðgerð. Í hesum málinum eru flokk­ar­nir fram­manundan destabili­ser­aðir, menn ganga út í ljósan dag úr ymsum smogum, tí eiga eysturoyartingmenninir, í minsta lagi, at fara eftir hesi loysn­ini, nú bara ein PlanB kann bjarga hesum málinum. Momentum er nú – carpe tí diem undir Tangafirði áðrenn ov seint er.
Verður málið ikki loyst nú, kunnu vit bara staðfesta, at politiska skipanin ikki er nóg búgvin til at fremja skila­góðar loysnir soleiðis, sum fólk­ið ætlaði tað í føroyska fólka­ræðinum.