Carver fer ongan veg

Hóast trýstið er stórt á Newcastle-venjaranum, so boðar felagið frá, at hann ongan veg fer.

Tað hevur ikki gingist væl hjá Newcastle síðani Alan Pardew fór til Crystal Palace og John Carver tók við sum venjari. Liðið hevur nú tapt átta dystir á rað og er einans tvey stig frá niðurflytingarstrikuni.


Hóast stóra trýstið á John Carver, so boðar leiðslan í dag frá, at hann verður verandi venjari restina av kappingarárinum. Tað var eftir ein fund ímillum partarnar á middegi í dag, at felagið boðaði frá hesum í tíðindaskrivi.


Newcastle hevur tríggjar dystir eftir at spæla hetta kappingarárið. Teir eru ímóti West Bromwich, Queens Park Rangers og West Ham.