89 ára gamli Raúl Castro boðaði í røðu í gjár frá, at hann leggur frá sær sum politiskur leiðari á Kuba. Tað gjørdi hann á ráðstevnu, sum kommunistaflokkurin hevði í høvuðsstaðnum Havana.
Ritzau skrivar, at Raúl Castro segði, at hann nú fer at lata stafettina víðari til yngri fólk, sum eru »eldhugað og hava antiimperialistiskan huga«.
60 ára gamli Migul Díaz-Canel hevur gjørt seg til reiðar at taka við sum fyrstiskrivari í kommunistaflokkinum, og tað er fólkið, sum røkir hetta starv, ið hevur valdið á Kuba.
Nú Raúl Castro leggur frá sær, merkir tað, at eitt drúgt tíðarskeið við Castro-beiggjunum í landsins leiðslu er av. Eftir kollveltingina í 1959 varð Fidel Castro leiðari á Kuba í 47 ár, men í 2006 var heilsustøðan hjá honum vorðin so vánalig, at hann legði frá sær. Fidel Castro doyði í 2016. Rául Castro tók við eftir beiggja sín, og tí hava Castro brøðurnir havt valdið á Kuba í meira enn 60 ár.
– So leingi eg livi, veri eg til reiðar at verja fosturlandið, kollveltingina og sosialismuna, segði Raúl Castro í seinastu røðu sínari sum leiðari á Kuba.