Ceausescu gravast uppaftur

Myndugleikarnir í Rumenia hava gjørt av, at líkini av fyrrverandi einaræðisharranum Nicolae Ceausescu og konu hansara, Elena, kunnu takast uppaftur í dag. Mircea Opran, sum er fyrrverandi versonur Ceausescu-hjúnini, sigur við rumenska sjónvarpið, at endamálið við at grava líkini uppaftur er at fáa staðfest endaliga, at tað veruliga eru tey bæði, sum liggja grivin har.

-Tað skal gerast við DNA-royndum, sigur hann.

Nicolae Ceausescu var einaræðisharri í Rumenia frá 1965 til 1989. Aftan á stórar mótmælisgongur ímóti stýri hansara flýddu hann og konan úr Bukarest. Tey vórðu kortini tikin nakrar tímar seinni. Seinni vórðu tey dømd til deyða, og jóladag í 1989 vórðu tey tikin av døgum og jarðað á hernaðarkirkjugarðinum Ghencea.