Kvinnurnar hjá Fleyr hava í kvøld spælt dyst í Challenge Cup á útivølli í Belgia. Dysturin var móti Tchalou, ið var risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum.
Og sigast má, at Tchalou livdi upp til sína stóru favorittstøðu. Fleyr kom í eitt satt ódnarveður, og tapti greitt í øllum trimum settunum.
Settmunurin gjørdist so greiður sum 25-8, 25-7 og 25-9.
Hósdagin 6. november klokkan 19 spæla liðini returdyst í Høllini á Hálsi.











