Tað var nakað av spenningi í fyrra hálvleiki í seinnu áttandapartsfinaluni í Champions League á Camp Nou millum FC Barcelona og Newcastle. Men í seinna hálvleiki var Barca flúgvandi og vann stórsigur 7-2, og samanlagt 8-3.
Robert Lewandowski, ið skoraði tvey mál fyri heimaliðið tók eitt met frá Lionel Messi í kvøld. Lewandowski er fyrsti leikarin, ið hevur skotið mál móti 41 ymiskum mótstøðuliðum í Champions League.
Tá ein tími var farin av dystinum á Anfield leikvøllinum í Liverpool millum Liverpool og Galatasaray var eingin spenningur eftir. Tá hevði Liverpool økt til 4-0, og samlaðu støðuna 4-1.
Tottenham fekk ein góðan moralskan 3-2 heimasigur á Atletico Madrid. Men liðið úr spanska høvuðsstaðnum hevði eina 5-2 leiðslu við sær frá fyrra dystinum, og tá bilaði tað minni, at gjørdist 3-2 til Tottenham heilt móti dystarenda.
Bayern München vann í kvøld 4-1 á Atalanta, og samlað 10-1.
FC Barcelona-Newcastle 7-2 (3-2) - Barcelona vinnur samantalt 8-3
1-0 Raphinha ('6 )
1-1 Anthony Elanga ('15 )
2-1 Marc Bernal ('18 )
2-2 Anthony Elanga ('28 )
3-2 Lamine Yamal, br. ('45 )
4-2 Fermin Lopez ('51 )
5-2 Robert Lewandowski ('56 )
6-2 Robert Lewandowski ('61 )
7-2 Raphinha ('72 )
Liverpool-Galatasaray 4-0 (1-0) - Liverpool vinnur samantalt 4-1
1-0 Dominik Szoboszlai ('25 )
2-0 Hugo Ekitike ('52 )
3-0 Ryan Gravenberch ('53 )
4-0 Mohamed Salah ('62 )
Bayern München-Atalanta 4-1 (1-0) - Bayern vinnur samantalt 10-1
1-0 Harry Kane, br. ('25 )
2-0 Harry Kane ('54 )
3-0 Lennart Karl ('56 )
4-0 Luis Diaz ('70 )
4-1 Lazar Samardzic ('86 )
Tottenham-Atletico Madrid 3-2 (1-0) - Atletico vinnur samantalt 7-5
1-0 Randal Kolo Muani ('30 )
1-1 Julian Alvarez ('47 )
2-1 Xavi Simons ('52 )
2-2 David Hancko ('75 )
3-2 Xavi Simons, br. ('90 )
Soleiðis verður leikt í fjórðingsfinalunum:
PSG - Liverpool
Real Madrid - Bayern München
Barcelona - Atletico Madrid
Sporting Lissabon - Arsenal
Fjórðingsfinalurnar vera leiktar 7. og 8. apríl, og returdystirnir vera leiktir 14 og 15. apríl.











