Tað verður ofta havt á lofti, at heimsmeistaraskapið í fótbólti, sum er fjórða hvørt ár, er heimsins besta fótbóltskapping. Men tað finnast tey, sum als ikki eru samd í hesum.
Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson er ikki í iva. Hann metir, at Champions League er ein nógv betri kapping enn HM í fótbólti.
- Fyri mín part er Champions League tann besta kappingini. Champions League er ein einastandandi góð kapping. Betri enn HM eftir mínum tykki, segði Ferguson á tíðindafundi í Turkalandi fyrr í vikuni.
- Hava tit sæð tey seinastu seks HM-endaspølini. Tað er sum at fara til tannlæknan, segði ein sera bersøgin Alex Ferguson um góðskumunin millum Champions League og HM í fótbólti.