Champions League finalan í kvøld

Bayern Munchen hevur í kvøld møguleikan at vinna Champions League steypið til ognar. Bayern Munchen hevur vunnið steypið fýra ferðir fyrr. Við Franz Beckenbauer á odda, vann Bayern Munchen Champions League trý ár á rað frá 1974 til 1976. Í 2001 vann Bayern kappingina á fjórða sinni við einum sigri á Valencia í finaluni eftir brotssparkskapping. Vinnur Bayern Munchen í kvøld fáa teir steypið til ongar, tí tá hevur felagið vunnið steypið fimm ferðir. Tað eru bara Real Madrid(9), AC Milan(7) og Liverpool(5), ið hava vunnið steypið til ognar fyrr.

 

Inter Milan hevur ikki vunnið Champions League í 45 ár. Teir vunnu kappingna í 1964 og 1965. Í 1964 vann Inter 3-1 á Real Madrid í finaluni og árið eftir vunnu teir 1-0 á Benfica.

 

Bæði venjarin hjá Bayern Munchen, Louis van Gaal, og venjarin hjá Inter, Jose Mourinho, hava vunnið Champios League fyrr. Í 1995 vann Ajax Champions League við Louis van Gaal sum venjara. Í finaluni ímóti AC Milan skoraði Patrick Kluivert einsamalla málið fimm minuttir fyri tíð. Í sínum seinasta dysti sum venjari hjá Porto vann Mourinho Champions League finaluna í 2004 ímóti Monaco.

 

Tað merkir at líkamikið hvør vinnur í kvøld, so hevur vinnandi venjarin vunnið Champions League við tveimum ymiskum liðnum.

 

Finalan byrjar klokkan 19.45 í kvøld.