Champions League finalan verður ensk

Champions League: Cheslea vann í kvøld sannførandi á Real Madrid, og skal møta Manchester City í finaluni

Chelsea vann seg í kvøld í Champions League finaluna fyri fyrstu ferð síðani 2012. Chelsea vann 2-0 á Real Madrid, og vann harvið samanlagt 3-1 á spanska høvðusstaðarliðnum.

 

Tað var bara spenningur eina løtu, tá Karim Benzema hevði tvær royndir á málið hjá Chelsea. Annars hevði heimaliðið fult tamarhald á støðuni. Eftir 28 minuttir skoraði Timo Werner, eftir at Kai Havertz hevði sent bóltin á tvørstongina.

 

Í seinna hálvleiki royndi Real Madrid at leggja eitt sindur av trýsti, men tað bleiv ongantíð vandamikið. Hinvegin kundi Chelsea upp til fleiri ferðir havt sløkt dystin, men tað hendi ikki fyrr enn fimm minuttir fyri tíð, tá innskifti Christian Pulisic fann Mason Mount í fimm-metrinum.

 

Hetta er annað árið upp í slag, at Thomas Tuchel, venjari hjá Chelsea, er í Champions League finaluni. Hann bleiv fyrr í hesum kappingarárinum koyrdur í PSG, sum í fjør tapti finaluna móti Bayern Munchen. Finalan verður móti Manchester City 29. mei.