Í dag spælir Víkingur seinna dystin í 1. innleiðandi umfarinum í Champions League. Dysturin, sum er ímóti Trepca 89 úr Kosovo, byrjar klokkan 17. Rás2 sigur frá dystinum. Víkingur vann fyrra dystin 2-1 og í dag verður byrjað við sama liði, sum á heimavølli - burtursæð frá einari broyting.
Fróði Benjaminsen er ikki við, og í hansara stað byrjar Hans Jørgen Djurhuus. Hans Jørgin Djurhuus hevði leikbann í fyrra dystinum, meðan Fróði Benjaminsen er í Danmark í útbúgvingarørindum.
Liðið í dag verður Elias Rasmussen í málinum. Í verjuni eru Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen. Á miðjuni eru Hans Jørgen Djurhuus, Sorin Anghel, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vathamar og Filip Djordjevic. Einsamallur heilt frammi er Adeshina Lawal.
Rás2 er á staðnum í Kosovo og sigur frá dystinum.