Í kvøld verður fullsett í Svendborg Arena. Klokkan 19.45 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG fyrru áttandapartsfinaluna í Champions League móti franska liðnum, Nantes.
Komandi mikukvøld klokkan 19.45 verður returdysturin leiktur í Palais des Sports de Beaulieu høllini í Nantes.
Nantes hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.
Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin millum GOG og Nantes beinleiðis á DR2. Sendingin byrjar klokkan 19.35.










