Pernille Brandenborg var aftaná skaðafráveru aftur á vøllinum í dag fyri lið sítt, Storhamar.
Storhamar spældi dyst á heimavølli í bólki A móti Gloria Bistrita úr Rumenia.
Dysturin endaði við 34-30 sigri til Bistrita, ið var á odda 14-12 í steðginum.
Pernille skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir. Fyri føroyska kvinnulandsliðið eru tað góð tíðindi, at landsliðsliðskiparin er klárur aftur nú okkara skulu spæla tveir EM-undankappingardystir móti Portugal.
Storhamar endaði næstaftast í bólki A við seks stigum, og tær halda sostatt ikki fram í kappingini.
Nú kan Storhamar hava fult fokus á heimligu kappingina.
Hóskvøldið klokkan 17.15 spælir Storhamar dyst á útivølli móti Fana.











