Í dag hevur lutakast verið til bólkaspælið í Champions League. Millum spennandi søgurnar frá lutakastinum er, at Cristiano Ronaldo og Lionel Messi møtast í bólkaspælinum. Juventus og FC Barcelona eru nevniliga í bólkin saman. Hini liðini eru Dynamo Kiev og Ferencvaros.
FC Midtjylland, sum í gjár vann seg í Champions League bólkaspælið, skal millum annað spæla móti Liverpool. Hini liðini í bólkinum er Ajax og Atalanta.
Manchester United rendi seg í ein torføran bólk. Teir eru í bólki saman við Paris Saint-Germain, RB Leipzig og tuskisku meistarunum út Istanbul Basaksehir. Soleiðis háttaði lutakastið seg:
Bólkur A:
Bayern München
Atletico Madrid
Salzburg
Lokomotiv Moskva
Bólkur B:
Real Madrid
Shakhtar Donetsk
Inter
Mönchengladbach
Bólkur C:
FC Porto
Manchester City
Olympiakos
Marseille
Bólkur D:
Liverpool
Ajax
Atalanta
FC Midtjylland
Bólkur E:
Sevilla
Chelsea
Krasnodar
Stade Rennais
Bólkur F:
Zenit
Dortmund
Lazio
Club Brugge
Bólkur G:
Juventus
FC Barcelona
Dynamo Kiev
Ferencvaros
Bólkur H:
PSG
Manchester United
RB Leipzig
Istanbul Basaksehir