Champions League: Seinasti minutturin gjørdist dýrur hjá GOG

Óli Mittún og liðfelagarnir mistu sigurin seinastu løtuna

Í kvøld spældu ÓIi Mittún og liðfelagarnir í GOG fyrru áttandapartsfinaluna í Champions League móti franska liðnum, Nantes í Svendborg Arena.

 

Tá 46 sekund vóru eftir av dystinum var GOG á odda 33-31, men seinastu løtuna fekk GOG eitt ordans høgg. Nantes megnaði at skjóta trý mál upp á 45 sekund, og sostatt vinna dystin 34-33. Teir hava sostatt eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin í Fraklandi komandi mikukvøld klokkan 19.45.

 

Í steðginum var GOG á odda 19-16, og tað gekk væl í hond stóran part av dystinum. Tað var líka tann seinasti minutturin, ið taldi sterkt niður. 

 

Óli skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til fýra mál (assist). Frederik F. Bjerre var við 11 málum toppskjútti hjá GOG.